Í 2009 verður Fjarðafestivalurin hildin í mai mánaði Fyrireikararnir av Fjarðafestivalinum hava gjørt av, at festivalurin í 2009 verður hildin seinasta vikuskiftið í mai mánaði heldur enn í august.
verður gjørt av ymiskum orsøkum, siga fyrireikararnir. Ein av teimum er, at tað er lættari at fáa tey stóru amerikansku nøvnini sum um somu tíð eru í Europa í samband við aðrar festivalar. Og veðrið er eisini ofta til vild um ta tíðna.
Fjarðafestivalurin hevur stórar ætlanir komandi ár og ætlar at borðreiða við tí allarbesta kristna tónleikinum, sum vendir sær til eina breiða fjøld av áhoyrarum. Longu nú eru fyrireikingarnar festivalin 2009 byrjaðar, sjálvt um ársins festivalur krevur nógva tíð. Serliga nú tá ið Steven Curtis Chapman avlýsti og onnur nøvn skuldu finnast.