Fjarðafestivalurin avtalu við Atlantic Airways

Bert fýra dagar eru eftir til Fjarðafestivalin, og Atlantic Airways verður ein av stóru stuðlunum hjá festivalinum í ár.

Fjarðafestivalurin hevur gjørt samstarvsavtalu við Atlantic Airways. Hetta inniber, at flogfelagið fer at flúgva stóru útlendsku stjørnurnar, Brian Welch Head og Brenton Brown heim til Føroyar. Báðir partur eru glaðir fyri hesa avtaluna, sum gevur bæði Fjarðafestivalinum og Atlantic Airways fyrimunir, siga fyriskiparir. Teir leggja aftur at, at teir eru sera spentir, til festivalurin byrjar.