Fjarðafestivalur við svenskum Charizma

Vit kunnu nú avdúka, at svenski bólkurin Charizma spælir á Fjarðafestivalinum í ár.

Hóast bólkurin kanska ikki er so kendur á okkara leiðum, so er hetta ein royndur bólkur. Charizma gav fyrstu fløguna út í 1985. Bólkurin spældi tá sera harðan tungan málmrokk. Bólkurin hevur ment seg nógv síðan tá, og áskoðaratalið verður alsamat størri. Frá at spæla fyri nøkrum fáum áhoyrarum spæla teir nú vanliga fyri fleiri túsund. Stílurin er eisin broyttur og kann í dag mest kallast popprokkur. Charizma hevur spælt nógv og vunnið sær nógvan fjepparar í Eysturevropa, Í ár luttók bólkurin í Polsku Eurovisionkappingini. Charizma vann ikki kappingini, men teirra lag; Emily hevur klára seg væl kring Evropa. Fyrireikararnir siga, at tað er við spenningini, at teir hyggja fram ímóti at hoyra Charizma folda seg út á ársins Fjarðafestivali.
Les meiri um Charizma á www.charizma.co ella www.myspace.com/charizmaonline