Fjallmaður fekk Ársins Átak

Heimasíðan bjóðar ókeypis kort til hægstu tindar í Føroyum og møguleikan at bíleggja ferðaleiðara til túrin

- Eg fann nakað í fjøllunum sum eg ongantíð hevði droymt um – eitt starv, segði Pól Sundskarð, tá hann tók ímóti heiðurinum, sum Ársins Átak 2017

 

Hiking.fo er kosið til ársins átak á Vinnudegnum.

 

Talan er um eina heimasíðu, sum bjóðar fólkum túrar í føroysku náttúruni. Hon vísir millum annað leiðina upp á toppin á ymiskum fjøllum í Føroyum.

 

- Eg veit ikki um nakran tanka so tungan, at tú ikki kanst ganga teg frá honum, segði danski heimsspekingurin Søren Kierkegaard.

 

Hetta kundi passandi verið grundtankin undir heimasíðuni Hiking.fo, sum sp/f Hiking hevur ment. Maðurin, sum hevur stovnað felagið og heimasíðuna kennir føroysku fjøllini sum sín egna buksulumma. Hann hevur verið á teimum øllum, teimum hægstu yvir 50 ferðir og er ein av teimum 30 føroyingunum, sum hevur verið á øllum fjøllunum í Føroyum.

- Tyngsti túrurin var tann eg gjørdi í Suðuroy í fjør, tá eg vitjaði allar fjallatopparnar á einum túri. Tá var eg á 55 toppum á einum túri, sum strekti seg yvir 130 kilometrar og vardi í 33 tímar.

 

Í august í fjør varð heimasíðan hiking.fo løgd út á netið. Pól Sundskarð sigur, at hann hevði fleiri endamál við heimasíðuni.

- Tað er ikki heilt vandaleyst at ganga í føroysku fjøllunum, og tí valdi eg at gera hesa heimasíðuna, sum kann vegleiða fólki, hvørja leið tey skulu ganga. Samstundis er hon eisini fyri tey, sum ynskja at fáa lut í teimum upplivingum, sum fjøllini hava at bjóða, men sum ikki vita, hvar tey skulu ganga og tí ikki hætta sær avstað, sigur Pól Sundskarð.

 

Heimasíðan skal eisini vera eitt amboð, sum førir bóndan, sum varðar av haganum, og gongumannin nærri saman.

- Uppskotið til føroyska stjórnarskipan sigur, at rætturin at ganga frítt í fjøllunum ikki má takast frá okkum, men at øll mugu sleppa at ganga, tó uttan at nakar fær ampa av tí. Bóndin varðar av fjøllunum og seyðinum, sum gongur har. Tì mugu gongufólk og bóndir samstarva og eg vóni, at síðan kann vera eitt stað, har hesi koma í samband hvør við annan, sigur Pól Sundskarð.

 

Umframt at vísa leiðina upp á fjøllini, bjóðar síðan eisini fólki at bíleggja ferðaleiðara til túrin. Hesin parturin av síðuni hevur eisini eydnast væl, so mikið, at Pól Sundskarð nú er fulltíðar ferðaleiðari.

- Í oktobur, tveir mánaðir eftir at síðan sá dagsins ljós, segði eg meg úr mínum borgarliga starvi og fór at arbeiða fulla tíð sum ferðaleiðari, sigur hann.

 

Hetta hevur eisini vigað í grundgevingini hjá dómsnevndini, tá hon valdi at kjósa Hiking.fo til ársins átak, at ein ókeypis tænasta legði lunnar undir eitt fulltíðar starv hjá upphavsmanninum.