Fjallgonga og fletting: Ein hugnalig tíð kring landið

Heystið er ein hugnalig tíð hjá teimum, sum fáast við seyð og fjallgongu. Men líka so hugnalig, sum hendan tíðin er, kann hon eisini vera strævin, bæði á fjalli og tá ið flettast skal. Tað krevur sín mann ein langan dag í skurvutum haga og brattari skor, og tað krevur eisini sín mann, tá ið seyðurin er fingin til húsa, og flettingin er fyri

Fjall og fletting

Í smáu bygdunum kring landið er aftur ljós í næstan hvørjum húsi, nú fjøllini verða gingin.
Hetta er ein livandi tíð í bygdum og oyggjum, har ungdómurin er fluttur burtur, og fá fólk eru í arbeiðsførum aldri.
Hendan tíðin setir sín serliga dám á bygdarlívið hesa ársins tíð.
Í størru bygdunum, sum ikki eru tilafturkomnar við fólki, merkist minni til hesa tíðina, men kortini er hon líka so hugnalig hjá teimum, sum fáast við fjallgongu og fletting.

Rakstur

Tíðliga á morgni fara menn frá húsum, bæði yngri og eldri, við ryggsekki á baki og væl skøddir.
Nógv verður prátað og teir yngru, sum hava gingið lítið á fjalli, læra av teimum eldru, ið kenna hagan, sum sín egna lumma. Her hava teir gingið, síðan teir vóru smádreingir, og umráðandi er hjá yngra ættarliðnum at læra, hvussu tú leggur raksturin til rættist, og hvussu seyðurin skal rekast, tá ið byrjað verður at ganga.
Hvør maður hevur sítt pláss, og umráðandi er at geva tekin til hvønn annan, tá ið túgvur ella bakkar gera, at tú ikki alla tíðina sær, hvar næsti maður er.
Verður gingið í brøttum skorum, er umráðandi at vera serliga ansin og fylgja ráðunum hjá teimum, sum kenna hesar leiðir.
Tá ið seyðurin er fingin í rættina, fáa menn sær ein bita og hvíla seg aftur við einum kaffimunni til næstu fjallgongu.
Jú, hetta eru hugnaligir dagar, tá ið veðrið er gott, og menn eru í góðum hýri.
Men tað er ikki altíð, at tað gongur so væl. Viðhvørt er neyðugt at manna seg um hagan fleiri ferðir, og tá kann dagurin gerast langur, áðrenn seyðurin, ið takast skal, er fingin í rættina og heim til húsa.

Fletting

Minnist sum smádrongur, at vit plagdu at ganga hús úr húsi, har menn flettu og biðja um bløðrur. Ofta stóðu fleiri og bíðaðu, og tað var ikki altíð, tað eydnaðist at fáa nakra bløðru. Men so varð farið til næsta hús. Kanska fekst fatur á eini bløðru har!
Vit blástu luft í bløðrurnar og hongdu tær yvir komfýrin í køkinum at turka. Á nýggjárinum, tá ið vit heilsaðu nýggja árinum vælkomnum, skuldu tær brestast?
Mangt er broytt, hóast tað ikki eru so mong ár síðan.
Við flettingini er eisini nógv broytt. Hava menn nógv at fletta, er vanligt, at teir fáa aðrar at hjálpa sær.
Á MBM-Kjøti flettu teir nógvan seyð fyri bøndur og onnur, sum hava seyð, men hetta helt uppat, tá ið virksemið hjá MBM í Hósvík helt uppat.
Teir, sum fingust við hetta virksemi um heystarnar, plaga at fletta fyri fólk, tá ið heitt verður á teir.
Ein av hesum er Alberg Gaardlykke á Nesi, sum er útbúgvin slaktari.
Í fjørheyst og í heyst hava hann og aðrir, sum hann hevur at hjálpa sær, flett fyri fólk.
Teir fletta í Oyrunum á Toftum, og tað er ikki at taka munnin ov fullan, um sagt verður, at tað gongur skjótt fyri seg.
Ungar og raskar menn hevur hann aftrat sær.
Ein skjýtur, hongur seyðin upp og sker høvdið av, ein annar tummar skinnið leyst av beinum, bringu og búki, ein triðji hálar skinnið av við talju, ein fjórði tekur innan úr og skivar, og ein fimti vigar, hongur upp og merkir.
Úti á kaiuni syrgja ein og tvær gentur fyri, at skinnini verða snøggaði og saltaði í eini bingju.

Fjøllini gingin

Nógvir bóndir brúka heystfrítíðina og dagarnar rundan um heystfrítíðina at ganga fjøllini og fáa slaktið frá hondini.
Hetta er tíðin, tá ið skúlanæmingar hava frí og fólk, sum fáast við seyð og slakt, leggja sær nakrar frídagar.
Veðrið hevur verið gott seinastu dagarnar, og nógv er fingið frá hondini.
Nú kjøtið kemur upp at hanga, vóna fólk, at tað ikki verður ov vátt og lýtt í veðrinum.
Sum heild frættist, at skurðurin í heyst hevur verið góður.