So eru nøvnini á teimum fimm monnunum, ið skulu umboða føroyska fjallasúkklulandsliðið á Jersey í summar, sett, og eru tað hesir: Helgi Winther Olsen, Hilmar Hansen, Jógvan Højgaard, Kári Brattaberg og Sigmund Olsson.
Hesa ferð eru tað aftur tvær kappingar, MTB Cross-Country (MTB-XCO) og MTB Criterium (MTB-XCC). Sum nakað nýtt, eru báðar kappingarnar eisini liðkapping. Tað hevur annars fyrr bert veri XCO, sum eisini hevur talt sum liðkapping, men við hesi manning eru vónirnar til heiðursmerkir so bara tað størri.
Á Bermuda vóru føroysku fjallasúkklararnir júst ov stuttir til eina lið-bronsu, men kláraði Helgi Winther Olsen at koyra eina flotta bronsu heim í einstaklingakappingini. Um tað fer at endurtaka seg, ella kanska vera av øðrum metalli, kunnu vit bert gita um, men Helgi Winther Olsen hevur vant dúgliga síðani seinast.
- So um eingin tekniskur trupuleiki kemur at ávirka á kappingardegnum, so skulu fjallasúkklararnir frá hinum oyggjunum hava vant heilt óhyggeliga nógv, skrivar fjallasúkklulandsliðið í tíðindaskrivið.
Sum ein liður í fyrireikingunum til Jersey, hava teir allir luttikið í fýra kappingum í Danmark, við hampuliga góðum úrslitum.
Spennandi verður at síggja, hvussu teir fara at klára seg til Oyggjaleikirnar.