Í ár verður høvi hjá børnum at klintra. Ikki upp eftir gummiveggum, men úti í Guðs fríðu náttúru. Men harfyri er tað eins trygt og vóru pútur spentar runt um børnini.
- Vit hava gjørt okkum út við trygdargóðkendari útgerð. Lína verður bundin í einar selar, sum klintrararnir verða lætnir í, og hendan gongur um eina talju í erva, og so halda vit eftir, sigur Jógvan Thomsen, sum saman við Ámundi Nolsøe skipa fyri fjallaklintringini fyri børn.
Línan er av serligum slag sum absorberar rykkið, sum verður í, skuldi onkur klintrari snávað.
Klintringin er ætlað børnum, og dentur verður lagdur á trygdina. Eitt nú verða luttakarar lætnir í hjálm og aðra trygdarútgerð, tá tey fara at klintra.
Klintranin verður úti á Eiðinum við fótbóltsvøllin leygardagin og byrjar klokkan 15.