Fjallaklintrari greiðir frá

John Petersen, ið fyri kortum var á øllum tindunum í Tindhólmi, heldur fyrilestur um fjallaklintring í Klaksvík.

Fríggjakvøldið 2.januar kl.1900 verður fyrilestur um fjallaklintring í Føroyum. Fyrilesturin verður á Vágheygsgøtu 38, í Klaksvík.

 

Fyrilestrahaldari er John Petersen. John er helst ein av kendastu føroysku fjallaklintrarum, iđ hevur gjørt vart viđ seg viđ at íđka hesa ítrott her heima, á ovurvøkru oyggjum okkara. Á myndini, síggja vit John Petersen og Berg Mikladal á hægsta tindinum á Tindhólmi, fyrr í summar.

 

John fer at greiđa frá, vísa myndir og filmar frá túrum, iđ hann hevur veriđ viđ á. Harumframt hevur hann eisini eitt úrval av úrgerđ viđ sær, iđ verđur brúkt á slíkum túrum, upp á høg fjøll.