Tað hevur elvt til nógv kjak í Danmark, at danskir hermenn í Irak lótu iraksku løgregluni fangar, hóast herleiðslan visti, at fangarnir vórðu illa viðfarnir í fongslunum.
Í einari frágreiðing, sum verjumálaráðið í Keypmannahavn fekk á sumri í 2004, stóð, at fangarnir fingu ringa viðferð í fongslunum, men blaðið Information hevur nú avdúkað, at verjumálaráðið valdi at upplýsingarnar loyniligar. Tí tá verjunevndin hjá Fólkatinginum bað táverandi verjumálaráðharran, Søren Gade, um frágreiðingina, vóru allar upplýsingarnar um fangapíning strikaðar. Orsøkin skuldi vera, at tað kundi skaða viðurskiftini millum Danmark og Irak, um innihaldið kom fram.
Claus Juul, sum er løgfrøðingur hjá Amnesty International, sigur við danska kringvarpið, at hetta málið er sera álvarssamt, og at tað setir spurnartekin við alt, sum danir higartil hava fingið at vita um ta donsku luttøkuna í Irak-krígnum.
Tað er ikki bara Søren Gade, sum er komin í eldin orsakað av málinum. Fjølmiðlarnir vísa á, at fyrrverandi forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, vissaði Fólkatingið um, at stjórnin hevði ongan kunnleika til, at fangar fingu ringa viðferð í Irak. Hann legði afturat, at skuldi stjórnin fingið upplýsingar um tað, fór hon at siga frá tí alt fyri eitt.