Spanska og portugisiska løgreglan gjørdu eitt av teimum heilt sjáldsamu fundunum nú ein dagin, tá teir funnu 745 kilo av kokain fjaldum inni í ananas-fruktum. Fleiri mans eru handtiknir í átakinum.
Talan er um eitt harkalið, sum í langa tíð hevur smuglað rúsevni úr Suðuramerika til Evropa. Umframt at handtaka menninar og leggja hald á rúsevni, kom løgreglan fram á eitt laboratorium, har sum rúsevnini eru viðgjørd og ymisk onnur evni eru tilsett.
Sambært tíðindastovuni AP er talan um kolumbianskar borgarar.
Meginparturin av rúsevnunum, sum koma til Evropa, koma umvegis iberisku hálvoynna, antin beinleiðis úr Suðuramerika ella gjøgnum Afrika.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at løgreglan hevur funnið kokain fjalt í ananas, tí í oktobur funnu teir 300 kilo umborð á einum skipi í Lissabon í Portugal.
Løgreglan kom á slóðina eftir at hava funnið 400 kilo av kokain í Barcelona og Madrid, sum leiddi teir til eitt felag, sum flytir frukt úr Panama til Evropa, skrivar AP sambært Ekstra-blaðnum.










