Síðani í oktober í fjør hevur ein irakskur maður sitið fangi hjá amerikanarunum, uttan at hann er vorðin skrásettur, og uttan at Reyði Krossur hevur fingið boð um, at maðurin situr fangi, og tað er í stríð við reglurnar í Geneve-sáttmálanum.
New York Times skrivar, at CIA vildi ikki hava mannin skrásettan, ella at Reyði Krossur fekk nakað at vita um hann. Hetta váttaði talsmaðurin hjá verjumálaráðnum Pentagon, Bryan Whitman, eisini í gjár. Hann segði, at tað var Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, sum hevði givið boð um, at maðurin skuldi ikki skrásetast. Tað hevði ráðharrin gjørt eftir áheitan frá CIA, segði Whitman.
-Tað rætta hevði verið, at vit kunnaðu Reyða Kross um fangan, segði talsmaðurinm hjá Pentagon. Sambært New York Times mótmæltu fleiri amerikanskir herleiðarar í Irak avgerðini at fjala mannin og at dylja, at hann var tikin.








