Fjalda rokning samgongunar (2)

19 tíma arbeiðsdagur og skatturin fleirfaldaður

Hví ikki royna at fáa teimum arbeiðsleysu arbeiðsmøguleikar?

Tað skulu nógv arbeiðspláss afturat teimum núverandi, at kasta alla hesa upphædd av sær. Og tað skulu nógvar milliardir investerast í privata sektorin, fyri at fáa rentablu vinnurnar til vega, ið skulu geva hesi arbeiðspláss.

Væntandi er, at politiski instabiliteturin og manglandi álit á politikki samgongunar, fer at halda mongum frá at gera íløgur, ið annars vildu verið sannlíkar um skilagóði politikkurin, ið førdur var seinastu árini, helt fram.

Vildi ikki verið meira rímiligt, at fingið so mikið av arbeiðsplássum til vega, at tey, sum ídag ganga arbeiðsleys, fingu møguleikan at fáa eitt arbeiði? Somuleiðis at tey sum vórðu noydd at flyta, fingu møguleika at koma aftur til Føroya at arbeiða og liva - ikki trælka, tí so flyta tey aftur av landinum saman við mongum øðrum.

Mangur føroyingur er óttafullur um fullveldisætlanina - og tað er væl skiljandi Føroyingar ynskja fullveldi har pipari grør.

Undan valinum var veljarakanning, ið sýndi at uml. 75% av føroyingum vildu vera innan ríkisfelagsskapin. Samgongan ger tí heilt greitt ímóti fólkaviljanum við síni ætlan. Føroyingar ynskja at vera innan Ríkisfelagsskapin - tó við meira sjálvstýri innan hendan.

At ætlan Landsstýrisins fær mangan føroying at rista við høvdinum, er ikki at undrast á. Talan er um diktatoriskan máta at fremja hesa ætlan. Eg ivist ikki eina løtu í, at hesaferð - um kósin ikki verður broytt - megna teir at oyðileggja Føroyar heilt. Og tað má ikki henda.

Neyðugt er, at Føroyar á øllum økjum eru minst sama støði sum grannalond okkara. Tað verður tað ikki við toppskatti, hópuppsøgnum og hópfráflyting.


Sambandsflokkurin vil broytingar

Í Sambandsflokkinum eru vit ikki ímóti at broytingar verða gjørdar innan Ríkisfelagsskapin. Men einhvør broyting skal vera til bata.

Hví eru broytingar ikki longu gjørdar?

Seinastu árini hevur hetta ikki verið gjørligt, orsaka av at Føroyar eru vanstýrdar, fóru fallit og bankakanningin skuldi afturum.

Sambandsflokkurin ynskti ikki at manningin skuldi mála mastrar, tá ið skipið var við at søkka. Vit vóru noydd at nýta alla orku, saman við føroyingum øllum, fyri at bjarga skútuni - og tað eydnaðist væl.

Men eingin broyting skal gerast, bert tí tað stendur í eini stevnuskrá, at Føroyar skulu gerast Tjóðveldi. Ella tí at íslendingar syngja ein sang.

Tað gevur okkum ikki livimøguleikar ídag, men kann sum nevnt omanfyri, oyðileggja alt tað, ið er bygt upp í øldir.

Í Sambandsflokkinum ynskja vit at hava eina føroyska loysn, nevniliga Ríkisfelagsskapin saman við Danmark og Grønlandi.

Hesa loysn meta nógvar aðrar tjóðir so skilagóða, at tær ynskja at nýta líknandi skipan, sum vit hava ídag.

Vit mugu ongantíð gloyma okkara søgu, hvørki hana fyri 1000, 100 ella 10 árum síðani. Vit liva í nútíðini, men eiga at líta frameftir við áræði og bøta og broyta, har tað er neyðugt. Ongantíð gera sama skaða aftur, sum gjørdur var av nøkrum fyri uml. 10 árum síðani. Tað skuldi søgan lært okkum.

Broytingar skulu gerast, um vit heilt greitt kunna ávísa, at tað er til gagn fyri hvønn einstakan føroying.

Tað er okkara krav - hvørki meira ella minni.

Sambandsflokkurin megnar væl at stýra hesum landi innan Ríkisfelagsskapin - við lækkandi skatti, hækkandi pensiónum, hækkaðum útbúgvingarstuðli, betri heilsurøkt, betri vinnumøguleikum og lækkaðum arbeiðsloysi.

Óneyðugt er at spilla milliónir til eina, fyri Føroyar, skaðiliga fullveldis ætlan. Latið heldur hesar milliónir fara til heilsurøktina, har fólk í dag ikki, orsaka av sparingum, vera ansa á sømiligan hátt.

Men trídupultur skattur og 19 tíma arbeiðsdagur: NEI TAKK. Tað er óneyðugt.


Marjus Dam,

løgtingsmaður Sambandsfloksins