Um eitt meðal ársverk er 200.000 kr., skal sama ársverk, eftir at farið verður úr Ríkisfelagsskapinum, vinna 472.000 um árið fyri at gjalda tað, ið ríkisveitingin rindar í dag. Tað svarar til, at inntøkan hvønn mánaða skal økjast frá 16.667 kr. til 39.333 kr. pr. mánaða.
Hóast øll arbeiða 19 tímar dagliga, fer tað ikki at bera til.
Samgongan fer ómetaliga lætt um sannleikan, um hon noktar, at livifóturin ikki lækkar niður á nærum óliviligt støði. Margháttligt, at samgongan roynir at fjala veruleikan fyri fólki.
Ríkisveitingin er til sjálvstøðugu tjóðirnar í ríkiseindini
Ríkisveitingin er ein árlig veiting, sum er sjálvsøgd í Ríkisfelagsskapinum, har grundlógin tryggjar øllum borgarum í ríkinum nøkur rættindir, ið eru nevnd í grundlógini. Hendan veiting hevur onga meining uttan fyri ríkisfelagsskapin, har onnur grundlóg er galdandi. Ríkisveitingin fellur tí sjálvsakt burtur, tá loyst verður. Hendan veiting er í 1998, íroknað Statens Uddannelsesstøtta áleið 1360 milliónir krónur árliga. Tað vil siga at vit koma at missa hesa veiting - um fullveldisørskapurin eydnast.
Um ríkisveitingin skal gjaldast um skattin, verður talan um so ógvusliga skattahækking, at tað snøkt sakt ikki ber til at liva í Føroyum.
Hópfráflyting, nógva ferðir størri enn tann, ið var um at forkoma okkum samfelagið fyri góðum 5 árum síðani, verður úrslitið.
Um vit siga, at 20.000 ársverk eru her á landi, skal hvørt ársverk gjalda 68.000 kr./ár eyka. Ella 5.667 krónur eru meira at gjalda um mánaðin hjá hvørjum ársverki.
Tá skatturin er uml. 50%, skal meðal inntøkan fyri hvørt ársverk, hvønn mánaða økjast við 11.333 krónum um mánaðin ella 136.000 krónum árliga.
Allur lønarmassin skal økjast við 2.720.000.000 milliónum krónum (sløkum 3 milliardum krónum árliga).
Um vit siga, at helvtin av ársverkunum eru privat og hin helvtin almenn, so skal inntøkan koma frá tí privata partinum. Tað vil siga, at hvørt einstakt privat ársverk skal gjalda 11.333 kr. meira um mánaðin í skatti, ella forvinna 22.666 kr. meira um mánaðin, svarandi til 272.000 krónur um árið, afturat núverandi inntøku. Eg skal her nevna, at eg í dømi mínum roknaði eina meðal ársinntøku at vera 200.000 kr./ár.
T.v.s. at fullveldis-loysingin vil krevja at tann privati, sum ídag vinnur 200.000 kr. pr ár., eftir suverenitetin skal vinna 472.000 krónur, fyri at gjalda rokningina fyri mistu ríkisveitingina. Ella rokna um í arbeiðstíð, skal arbeiða 19 tímar um døgnið, í mun til 8 tímar ídag. At slíkt er niðurbindan av føroyska borgaranum og ikki frælsi, munnu flestu vera samt um.
At hetta ikki bert er eitt seinasta farvæl til vælferðina, men somuleiðis til flestu føroyingar, ið ikki kunnu liva undir slíkum korum, er eyðsýnt.
Eg meti ikki at nevnda dømi er svart - heldur realistiskt.
Men eg skal viðganga at útlitini eru kolasvørt.
Nevnda dømi fær hugsanina um einar fólkatómar Føroyar at vera realistiskan.
Marjus Dam,
løgtingslimur sambandsfloksins










