Tað er altíð ein hugnaløta at vera til staðar, tá ið Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs verða handaðar. Spenningurin at bíða eftir, hvørji tey hepnu eru hesa ferð, og tann góði tónleikurin sum Tórshavnar Musikkskúli og onnur altíð borga fyri.
Í alt fimm virðislønir kunnu latast, tríggjar Mentanarvirðislønir og tvær Barnabókaheiðurslønir. Í ár vórðu tríggjar latnar. Munur hevur altíð verið á upphæddini á virðislønunum. Barnabókaheiðurslønirnar hava altíð verið nakað lægri enn hinar. Fyri fáum árum síðani, tá ið upphæddirnar vórðu hækkaðar, gjørdu ikki so fá vart við tann órætt tað í grundini er, at upphæddin á Barnabókaheiðurslønini er lægri. Í teirri sannroynd lá, at barnabókmentir vóru minni í metum enn aðrar bókmentir. Í ár eru allar virðislønirnar hækkaðar í upphædd, og nú eru allar líka, nevniliga 20.000 krónur.
Martin skapar list har hann skipar
Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik fekk Martin Tórgarð í Havn. Hann er kendur kvæðari og skipari. Í grundgevingini fyri at lata Martini virðislønina sigur nevndin fyri Mentanarvirðislønina eitt nú, at Martin hevur nomið kynstrið, ið nú er um at fara í Føroyum. At brúka karmar og møguleikar í føroysku kvæða- og dansitradisjónini, og hann hevur á skapandi hátt ment sín persónliga stíl sum skipari. Martin skapar list har hann skipar.
Ein lítillætin Martin Tórgarð nam í takkarrøðu síni við upplivingina sum smádrongur, tá ið hann fór í dans annað jólakvøld. Har gjørdist hann hugtikin av einum manni, ið skipaði.
- Ikki var hann prúður ella stórur á vøkstri, men málið! Hvør veit, kanska var tað henda upplivingin, ið gjørdi sítt til, at hesin smádrongurin stendur her í kvøld og tekur ímóti virðislønini, segði Martin Tórgarð.
Grindin er mín lagna
Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fekk Dorete Bloch, náttúrugranskari. Í grundgevingini fyri at lata henni virðislønina sigur nevndin fyri Mentanarvirðislønina, at Dorete Bloch hevur í sínum starvi lagt stóran dent á at greiða almenninginum frá um ríku náttúruna í Føroyum og um okkara leiðir. Samstarvið við onnur hevur verið fyrimyndarligt, ikki minst í seinasta verkinum ?Villini súgdjór í útnorðri?.
Dorete Bloch hevur búð í 25 ár í Føroyum. Øll árini hevur hon havt sítt yrki innan undirvísing og gransking. Sum djóravistfrøðingur hevur hon kunnað virkað innan øll djórasløg. Tí hevur einki mark verið fyri arbeiðsøkinum.
Í takkarrøðu síni segði Dorete, at hon hesi nógvu árini hevur nortið við flest allar djórabólkar í landinum, frá harum og fugli, til skaðadjór og maðkar. Fáir lívfrøðingar hava eitt heilt land at spæla við, og tað, at alt landið kann síggjast frá einum fjallatindi, ger tað ikki minni áhugavert, tí lítið er granskað djóravistfrøðiliga í oyggjarlondum við tí jarðfrøðisliga aldrinum og tí veðurlagi, ið Føroyar hava.
- Tá ið mótmælini móti grindadrápi tóku seg upp í 1980-unum, bað landsstýrið meg um at standa á odda fyri kanningum av grindum og grindahvalum, og eg kann siga, at grindin er blivin mín lagna. Tað hevur ikki verið keðiligt.
- Eg havi følt, at tað hevur verið mín skylda at útvega meiri staðarhóskandi undirvísingartilfar, gjørt út frá nýggjastu vitanini. Sjálv helt eg, at handritið hjá mær til ?Villini súgdjór í útnorðri? var nakað keðiligt at lesa, men nú síggi eg, at teksturin saman við frálíku myndunum hjá Edwardi Fuglø er vorðin ein hent bók, ið er løtt at brúka.
Lýsir yvir garð
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs fekk Eli Smith fyri bókina ?Sov blítt og søtt? við undirheitinum Kvøldsangir við nótum og besiffringum. Í grundgevingini fyri at lata honum heiðurslønina sigur Barnabókaheiðurslønarnevndin, at Eli Smith hevur lagt til rættis og prýtt eina hendinga snøgga sang-, sálma- og vísubók. Henda samanrenning av okkara vøkru kvøldsálmum og -sangum er meistaraliga væl greidd úr hondum. At eitt úrval av sangum av sama slag úr útheimi er tikið við, er forkunnugt.
Hentu upplýsingarnar um yrkjarar, týðarar og tónasmiðir gera bókina forvitnisliga. Bókin er greið, og við yndisligum tekningum ber heitið hátt, og fer ?Sov blítt og søtt? at vera savn fyri børn, ið lýsir yvir garð. Eli Smith hevur við hesi útgávu lagt eitt týðandi klípi aftrat bókavarða okkara.
Í takkarrøðu síni greiddi Eli Smith frá, hvussu bókin var vorðin til. At tey sovandi børnini høvdu givið honum nógvar friðfullar og ríkar løtur við tekniblokkinum.
- Tíðin leið og tekningarnar gjørdist nógvar í tali. Við stuðli frá konuni og øðrum fór eg undir at savna kvøldarløtusangir, og úrslitið gjørdist ein sangbók við tekningunum.
Samkoman í Sjónleikarhúsinum í Havn endaði við, at M. C. Restorff og kona Eli Smith, Birita á Váli Smith, spældu og sungu eitt kent lag, ?Ver vælkomið nýfødda barn?.










