Fjørukrógvin í Vestmanna opin

Vestmanna Tourist Centre er nú liðugt og letur upp alment um vikuskiftið

Tey sum ætla at vitja í Vestmanna um vikuskiftið, meðan bátastevna er, hava eisini møguleikan at vitja nýggju ferðavinnumiðstøðina Inni á Fjørð. Handilin og kunningarstovan, sum millum annað skipar fyri útferðunum hjá Sjóferðum (Skúvadal Spf) undir Vestmannabjørgini, lótu upp fyri tveimum vikum síðani. Og nú er so eisini klárt at lata sjálva matstovuna upp.
Í matstovuni kunnu 70 fólk sita, og ætlanin er at hava eina serliga bátastevnu matskrá nú um vikuskiftið, siga fyrireikararnir.
Kommunan hevur seinastu dagarnar asfalterað økið uttan fyri sjálv húsini og gomlu skúrarnir, ið stóðu har eru burtur, so økið við bátahylin er ikki til at kenna aftur.
Bygningurin hjá Vestmanna Tourist Centre er góðar 250 fermetrar.