Fjúrtan myndlistafólk sýna fram í Norðurlandahúsinum

Í morgin letur upp árlgia summarframsýningin í Norðurlandahúsinum upp

 

Tað verður Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum letur upp framsýningina í Norðurlandahúsinum, har fjúrtan føroysk myndlistafólk sýna fram.

Á hvørjum ári hevur Norðurlandahísð tikið stig til eina myndlistaframsýning á sumri, og á framsýningini í fjør vórðu málningar hjá Edwardi Fuglø sýndir fram. Í ár hevur Norðurlandahúsi boðið ikki færri enn fjúrtan myndlistafólkum, sum øll eru búsitandi í Føroyum, at sýna fram.

Frá í morgin og julimánaðin allan verður Norðurlandahúsið á tremur við føroyskari list. Í forhøllini sýna tey trý, Amariel Norðoy, Tróndur Patursson og Astrid Andreasen fram.

Amariel sýnir fram fimm litfagrar málningar, har tlitirnir grønt og blátt eru fremstir. Mót glugganum til vinstru síggjast tólv av eyðkendu fuglunum hjá Tróndi á flogi, og fyri frammam í forhøllini hongur stórt tekstilverk niður úr loftinum. Tað er Astrid Andreasen, sum í mong ár hevur savnað tilfar til patchwork úr bundnum, litaðum tilfari. Úrslitið, sum hon hevur seymað í hond við smáum stingum, rópar Astrid »Teigar«. Nógvar søgur hanga uppi við hesum hugtakandi verki, m. a. troyggjur, bundnar úti um landið og keyptar í Blá Kross búðini og silki úr gomlu Tórsbúð í Havn.

Í Klingruni sæst ein stór, nýggj mynd fra´meistarans hond. Hetta er lívssterk skitsa, tikin beint úr verkstaðnum hjá Ingálvi. Hesum Nestorinum í føroyskari mánlingalist, sum Malan Marnersdóttir tekur til í bóklinginum, sum lýsir Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum í ár.

Á stóra hvíta vegginum í Klingruni hanga umfram Ingálv, eisini verk eftir Bárð Jákupsson og Zacharias Heinesen.

Fram við gluggunum, oman moti Havnini, sýna tey fýra Eyðun av Reyni, Olivur við Neyst, Astri Luihn og Kári Svensson fram. Olivur sýnir fram eina røð av løttum vatnslitsmyndum.

Sveimandi undir loftinum í Klingruni hongur tekstilverk hjá Titu Vinther. Hetta er nót, ella trol, ið hon rópar »Pætursnót«. Nótin er fimm metrar long og er evnað til úr mannahári.

Í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum síggjast verk eftir Tórbjørn Olsen, Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen og Edward Fuglø.

Umframt landslagsmyndir, sýnir Torbjørn fram stóra portrettmynd av bróðirsoninum. Tey bæði seinni, Sigrun og Edward, arbeiða bæði við kristnum súmbolum. Myndarøðin hjá Edwardi, sum er hin yngsti av teimum fjúrtan framsýnarum, lýsir tær sjey deyðssyndirnar.

Tað eru Zacharias Heinesen og Astri Luihn, sum fyri Norðurlandahúsið hava skipað fyri summarframsýningini í ár. Listafólkini hava tó sjálv hjálpt til við at hanga upp verkini. Astri sigur, at ikki færri enn fimm hundrað innbjóðingar eru sendar út til fólk at verða til staðar, tá Summarframsýningin letur upp leygardagin. Eisini fólk, sum varða av myndlist í útlondum og reka framsýningarhøli eru boðin við.