Fjórðingsfinalur 2. apríl

Fótbóltssambandið hevur nú gjørt av, at útsettu dystirnir í kappingini um Løgmanssteypið skulu spælast mikudagin 2. apríl

Hetta hava feløgini fingið at vita í brævi, umframt at tað eisini stendur at lesa á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Dystirnir millum 07 Vestur–B36, HB–TB og EB/Streym–KÍ verða spældir kl. 17.00, meðan B71 – AB spæla kl. 17.30. Samstundis verða dystirnir í unglingadeildini hjá omanfyri nevndu feløgum, sum sambært skránni eiga at leikast 2. apríl útsettir 3. apríl.