Tað verður ikki Joachim Löw, týskur landsliðsvenjari, sum kemur at standa á síðulinjuni, tá Portugal og Týskland hittast í fjóðingsfinaluni í EM-endaspælinum. Eftir nógv stríð við venjararnar hjá Týskland og Eysturríki, vísti dómarin Löw og Josef Hickersberger út til áskoðararnar, tá hesi hittust í avgerandi dystinum í bólkaspælinum. UEFA hevur nú viðgjørt hendingina, og bæði Joachim Löw og Josef Hickersberger fáa leikbann í ein dag.