Fjórðingsfinalan gjørdist endastøðin hjá Nicholas

OYGGJALEIKIR: Yrkisspælarin av Jersey, Stuart Parker vann á Nicholas Petterson í fjórðingsfinaluni

Fyrr í dag kundu vit boða frá teimum góðu tíðindunum, at Nicholas Petterson, sum tann fyrsti føroyski tennisspælarin hevði skrivað søgu við at vinna seg í eina fjórðingsfinalu í einmansleiki. 

 

Nicholas Petterson var greiðir yvir, at mótstøðumaðurin í fjórðingsfinaluni, Stuart Parker, sum er ein yrkisspælari av Jersey fór at gerast ein møtimikil uppgáva, og tað vísti seg eisini.

 

Stuart Parker vann dystin 2-0 við settmuninum 6-2 og 6-0. Men óannsæð úrslitið í fjórðingsfinaluni, so hevur Nicholas Petterson lagað ein varða í føroyskari tennissøgu við at vinna seg í fjórðingsfinaluna á oyggjaleikunum.