Fjórði nýggi útlendingurin til KÍ

KÍ hevur nú fimm útlendingar í hópinum komandi kappingarár

Eftir tvey kappingarár við silvur heiðursmerkjum í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, tykist eingin ivi vera um, at KÍ í ár fer eftir gullinum. Í kvøld hevur KÍ avdúka fjórða nýggja útlendska spælaran til komandi kappingarár, sum ger, at KÍ nú hevur fimm útlendskar spælarar í hópinum.

 

Nýggi útlendski leikarin er 28 ára gamli kroatiski miðverjin, Marko Dusak, sum seinasta hálvannað árið hevur spælt við NK Krsko í bestu deildini í Slovenia. Norðlýsið skrivar, at KÍ hevur skrivað tvey ára sáttmála við kroatiska miðverjan.

 

Marko Dusak, ið er ættaður úr Kroatia, hevur royndir úr slovenskum, kroatiskum, eysturrískum, kekkiskum og montenegreskum fótbólti.  

 

Hinir nýggju útlendingarnir hjá KÍ til komandi kappingarár eru serbiski verjuleikarin Deni Pavlovic, vongsspælarin úr Montenegro, Boris Dosljak og framrættaði miðvallarin úr Danmark, Ronni Møller-Iversen.

 

Fyrsti dystur hjá KÍ í Betri-deildini verður um minni enn tveir mánaðir. Í fyrsta umfarinum møtir KÍ arvafíggindanum í HB.