Fjórði hvør stríðist við livrasjúku

Meira enn fjórði hvør íbúgvi í bygdini Itelleq í Grønlandi, sum liggur tætt við Sisimiut, er smittaður við livrabruna, tað búgva 130 fólk í Itelleq. Sambært økislæknan Ove Rosing Olsen, eru 27 %, í bygdini Itelleq smittað við livrabruna, skrivar KNR.

Í 1980-inum og í 1990-inum varð gjørt vart við sjúkuna, síðan 2007 er bygdafólkið kannað regluliga.

Livrabrunin, talan er um, er av slagnum hepatitis B og D. Ove Rosing Olsen vónar, at basa sjúkuni, við at allir íbúgvarnir í bygdini fáa fyribyrgjandi heilivág.