Hóast Fleyr-venjarin, Hans Mikkelsen, sjálvandi var vónbrotin beint eftir dystin leygardagin, so hevði hann als ikki mist trúnna uppá, at kvinnuliðið hjá Fleyr kann røkka langt fram á leið. Og hann heldur, at tað var um reppið, at dysturin koppaði til teirra fyrimun.
– Vunnu vit hatta fjórða settið, so eri eg sannførdur um, at vit eisini høvdu vunnið dystin. Men vit komu ov seint í gongd og høvdu ikki líka stabilt spæl sum SÍ. Tær løgdu eitt øgiligt trýst á okkum frá byrjan, og tá høvdu vit trupulleikar av móttøkunum. Men tá vit fingu loyst trýstið, komu vit nógv betri við í dystinum, sigur hann.
– Serliga haldi eg, at teir ungu spælararnir spældu væl, meðan teir eldru ikki heilt megnaðu at vísa tað, sum vit vanliga síggja frá teirra síðu. Vit høvdu øgiliga nógvar servifeilir, men mentu okkum gjøgnum dystin. Vit vistu, at vit skuldu geva tol, tí fyri tað um vit kundu tapa tey bæði fyrstu settini, so skuldu vit nokk fáa gongd á spælið fyrr ella seinni.
Hans Mikkelsen sigur, at nú fara tey í Fleyr at satsa upp á kappingina um føroyameistaraheitið, sum ikki er avgjørd enn. Og har hevur Fleyr framvegis møguleikan:
– Tað krevur sjálvandi, at SÍ tapir ein dyst og vit vinna alt, sum eftir er. Vit hava Mjølnir og SÍ eftir, og SÍ hevur eisini ein dyst eftir ímóti Drátti, og vit fara undir øllum umstøðum at royna, hvussu langt vit kunnu koma, sigur Fleyr-venjarin.
– Veruleikin er tann, at tað í vetur hevur gingið nógv betur hjá okkum, enn vit høvdu væntað. Málið hjá okkum hevur alla tíðina verið 2010, og tað er tað enn. Men vit hava ungar spælarar, so roknast kann við, at Fleyr verður at síggja heilt har frammi aftur næsta ár.