Í dag, í morgin og leygardagin verður ársins fjórða og síðsta FM kapping í íslandsrossaríðing, har føroyameistararnir verða funnir. Kappingin verður úti í Havnadali á vøllinum hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi. Hetta er ein gongulagskapping, har kappast verður í seks ymiskum flokkum: fjórgongd børn, fjórgongd unglingar, fjórgongd vaksin, opin flokkur, fimmgongd, og tølt.
Ríðing er ein ítróttargrein, har samanspælið millum reiðfólk og ross er av størsta týdningi fyri úrslitið. Tvs. at reiðfólkið má skilja rossið. Ríðing er fyri tað mesta ein uttandura ítróttur, sum kann verða íðkaður á ymiskan hátt. Íslandsrossafelagið skipar t.d. fyri stuttleikakappingum, barna ?og ungdómskappingum og ríðitúrum í fjøllunum.
Innleiðandi kappingarnar byrja í kvøld, hóskvøldið,klokkan 19.00 og halda fram í annaðkvøld fríggjakvøldið klokkan 19.00. Finalurnar verða leygardagin klokkan 14.00. Okkurt etandi fæst til keyps meðan kappingarnar eru.









