Fjórða heimatapið á rað

Enn eina ferð legði KR sunnudagin rygg til tap á heimavølli, og ÍBV, sum skal spæla á Ólavsøku, tapti á heimavølli ímóti oddaliðnum FH

Tað hevur gingið av skriðuni hjá KR. Heimadysturin ímóti Keflavík sunnudagin bendi ikki á, at vend er komin í hjá Rógva Jacobsen og teimum, eftir at teir fyri viku síðani vunnu stórt á útivølli ímóti botnliðnum Fram.
Keflavík vann 3-1 í Frostskjólinum. Hetta var fjórða ferðin á rað, at KR tapti á heimavølli, og tapið var nett tað sama, sum tað var, tá ið KR fyri tveimum vikum síðani tapti á heimavølli ímóti Fylkir.
Hesa ferð var KR á odda í steðginum. Miðvallarin Ágúst þór Gyflason skoraði við skoti úr 20 metrum, tá ið fyrra umfarið var hálvrunnið. Sambært KR heimasíðuni hevði KR eftir hetta tveir góðar møguleikar at økja um leiðsluna. Rógvi Jacobsen, sum alla tíðina var í álopinum, sendi omanfyri málið, og hin álopsspælarin, Grétar Ólafur Hjártarson, sendi á málverjan hjá Keflavík.
Sjey minuttir eftir steðgin javnaði Keflavík, og seks minuttir seinni løgdu teir seg framum. Sigurin staðfestu teir, tá ið tað restaðu sjey minuttir.
B36 fær ólavsøkuaftan vitjan av ÍBV úr Oyggjunum í UEFA kappingini. Næstsíðsta hósdag endaði tað 1-1, tá ið ÍBV átti heimavøll ímóti B36. Á hesum sama vøllinum tapti ÍBV sunnudagin síðstu royndina, áðrenn teir í dag seta kós ímóti Føroyum. Oddaliðið úr Hafnafirði vitjaði, og FH vann 1-0. Hetta var 11. dysturin hjá FH í landskappingini, og teir hava framvegis fult stigatal.
Tríggir dystir eru eftir, áðrenn Landssimadeildin fer í summarfrí fram til 7. august. Í gjárkvøldið var lokaluppgerð millum tey bæði, sum hava tjóðarvøllin í Laugardali sum heimavøll. Tey eru þróttur og Fram. Talan var um sanna botnuppgerð. Í kvøld eru tveir dystir á skránni  Grindavík fær vitjan av ÍA av Akranesi, og í Reykjavík verður lokaluppgerð ímillum Val og Fylkir.