Fjølmiðlashow

Eyðun Mohr Viderø

Í seinastuni hevur verið rættuligt rok í Tjóðveldisflokkinum um levnaðin hjá Tobba, at hann alment í bløðunum hevur havt frammi rættuliga niðurgerandi vendingar um formann floksins, Høgna Hoydal.
Høgni kann sjálvsagt ikki finna seg í hesum, uttan so, at hetta er framhald av innanhýsis uppgerð í tingbólkinum, men tað sæst ongastaðni.

Hvat man vera galið?
Okkara danskt skúlaða fólk hevur flutt inn mangar óneyðugar, vánaligar máliskur, og teirra millum finst, at »kemiin« er ikki í lagi!
Tað er nokk so stuttligt at hyggja at núverandi loysingarflokkinum. Hvørjar fyritreytin hava leiðararnir í mun til stovnararnar?
Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður av skúlaðum føroyingum, sum komu aftur úr Danmark eftir seinasta heimsbardaga, og leiðarin Erlendur Paturson ynskti einar politiskt frælsar Føroyar, og í gerandisdegnum gjørdi hann seg eitt við fiskimannafjøldina í Føroyum. Og á hesum grundarlagi virkaði hann restina av lívi sínum. Samdur um virki hansara ella ikki!
Flokkurin og Erlendur vóru eitt, og tá hann fall frá, var flokkurin um at missa sítt tilverugrundarlag, tí: »ongin veruligur loysingarmaður var eftir, og heldur ongin veruligur fiskimannavinur«, so flokkurin datt nærum burtur í onki!
Tá neyðin er størst?
Tilvildin ella lagnan lagaði tað soleiðis, at ein væltalandi blaðmaður hevði tilknýti til flokkin, og við sínum »manipolerandi« evnum gjørdist hann ikki bert tann lýsandi stjørna floksins, men hann vann flokkinum harumframt í atkvøðum fremsta plássið á Føroya Løgtingi. Avgerandi leikpartur hansara var blaðmansins nágreiniliga viðgerð og kanning av leikluti Dana í »Bankakreppuni«.
Hvørji eru so avrikini
Undirritaði kennir persónin bert í tíðarskeiðinum, tá »sjálvstýrislandsstýrið« í 1990-unum tingaðist við donsku stjórnina um framtíðarstøðu Føroya, leysar ella partvís innan danska ríkið, men sum tað framgongur, so hevur Høgni í dag í neyðini ein láturverja, ið nevnist Sjúrður Skaale, at verja síni ómansligu evni í sjálvstýrisstríðnum, og hetta er sami maður, sum varð nýttur til yvir fyri flølmiðlunum at umboða samgonguna í sjálvstýrisstríðnum, men sum bert í veruleikanum virkaði fyri at niðurgera Fólkaflokkin, tí annars kom fram, hvussu hjálparleysur Høgni Høydal í veruleikanum var!
Føðingarárið ikki avgerandi
Eg havi verið við til samkomu, har maður so fegin vildi strika undir, at tað vóru hundrað ár millum føðingarárið hjá slóðbrótandi »sjálvstýrishetjum« í Føroyum nevniliga: Nólsoyar Páll 1766, Jóanes Bónda 1866 og Høgna Hoydal 1966!
Tað er ikki nokk, at Høgni er ein væltalandi blaðmaður, og so at samanhalda hann við hetjuna Nólsoyar Páll og andsmennið og politikaran Jóanes Bónda! Men skal hann persónliga ferðast teirra millum, so skal hann vísa tað sjálvur uttan Sjúrð Skaale, og har vantar nógv!

Kemiin
Sjálvstýrismaðurin Tobbi kann trívast í Tjóðveldisflokkinum, men vinnulívsmaðurin Tobbi hoyrir ikki heima har, og tí er hetta stríðið.
Líka mikið hvat hendir við útblakan av Tobba úr flokkinum ella ikki, men vinnulívsmaðurin Tobbi yvirlivir, meðan »tjóðarhetjan« Høgni hevur rættuliga avmarkaða tíð.
Óheft av innanhýsisklandri, so haldi eg, at Tobbi eisini er nógv meiri áhugaverdur!
Og fjølmiðlashowið eigur Høgni!