Fjølmiðlarnir og ítrótturin hava brúk fyri hvørjum øðrum!

Og fjølmiðlarnir hava rós uppiborna fyri teirra viðgerð av føroysku hondbóltskappingini

Hondbóltsgallaveitslan var eitt flott punktum eftir enn ein hendingarríkan hondbóltsvetur. Sjálvur havi eg enn eina ferð havt møguleikan fyri at verið við í fremstu rekkju, og tað fegnist eg um. Men á gallaveitsluni var eg óheppin í mínum orðavali, tá eg nevndi sambandið millum ítrótt og fjølmiðlar og eg skilji tað væl, um fjølmiðlafólk blivu eitt sindur firtin. Tað vil eg fegin gera gott aftur her og nú.

Tað er eyðsæð, at hondbóltsfeløgini skapa hondbóltsumhvørvi, sum eisini pressan kann vera ein partur av, men tað er sjálvsagt líka eyðsæð, at fjølmiðlarnir hava eina avgerandi ávirkan á, hvussu sjónligur hondbólturin er.

Og tað er ein sannroynd, at hevur hondbólturin ment seg hesi seinastu árini, so hevur viðgerðin av serliga 1.deildardystum (eisini hjá kvinnum) í bløðum og útvarpi sanniliga eisini ment seg nógv. Og tað er lítið at ivast í, at hesin áhugin hjá fjølmiðlunum er sera týdningarmikil fyri hondbóltin ? ikki bara tí at tað økir um áhugan hjá spælarum og áskoðarum, men eisini tí at tað gevur feløgunum betri inntøkumøguleikar hjá sponsorum.

Nevndi ikki sjónvarpið. Sjónvarpið hevur aftur í vetur víst steypafinalurnar beinleiðis ? tað er sera góð reklama. Men sigast má, at enn liggja nógvir møguleikar ótroyttir, tá tað kemur til samarbeiði við hendan fjølmiðilin. Tað hevur í hvussu so er stóran áhuga hjá hondbóltinum at fáa eitt betri skipað samband við sjónvarpið.

Tann fjórða fjølmiðilin ? internetið ? hava hondbóltsfeløgini og HSF ikki enn tikið rættiliga til sín, men tað er onki at bíða við, tí her liggja stórir møguleikar fyri eini enn betri koordinatión millum allar fjølmiðlarnar og hondbóltin.

Skal enda við at konstatera, at tá ið tað kemur til at viðgera tær yngru deildirnar í fjølmiðlunum er tað bara so, at feløgini sjálvi mugu gera vart við seg ? senda bíløt og nøvn inn ? biða eitt blaðfólk koma at hyggja o.s.fr.- afturfyri kunnu tey verða viss í at fáa blaðrúmd ella nøkur orð í ítróttartíðindunum.

Summa summarum : Víst hevur hondbólturin brúk fyri fjølmiðlunum og víst hava fjølmiðlarnir rós uppiborna fyri teirra viðgerð av føroysku hondbóltskappingini


Við ítróttarkvøðu

Kári M. Mortensen