Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen trívist væl í leiklutinum sum fyrstafrúa Danmarks. Hon viðgongur tó, at fjølmiðlarnir hava verið tað truplasta við nýggju rolluni Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen, kona forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen, segði í samrøðu við Rás 2 fyri løtu síðani, at hon trívist væl í rolluni sum forsætisráðharrafrúa.
Tað eru níggju mánaðir síðani at Lars Løkke Rasmussen tók við sum forsætisráðharri eftir Anders Fogh Rasmussen. Síðani tá hevur nógv fokus verið á familjuni Rasmussen, fyri bæði gott og ringt.
Sólrun viðgongur, at fjølmiðlarnir hava verið tað truplasta við hesum leiklutinum.
- Eg eru upprunaliga ein nokkso privatur persónur, so tað hevur kravt nakað av tilvenjing, ásannar fyrstafrúan.
Men síðani Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen gjørdist fyrstafrúa Danmarks hevur gerandisdagurin ikki broytt seg so øgiligt.
- Nei, tað er komið so líðandi. Eg fari til arbeiðis, eg koyri børnini í song og so framvegis, so nei, tað er ikki blivið nógv øðrvísi, sigur hon.
Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen er sjálv politiskt aktiv, og hevur leingi verið kommunalpolitikari. Men hon hevur ongar ambitiónir um at taka næsta stigið og gerast landspolitikari.
- Ja, altso eg intresseri meg nógv fyri skúlanum. Mínar politisku ambitiónir eru at fáa heimsins besta skúla í Danmark. Men ikki at gerast ministari. Eg havi tað fínt við at halda meg til kommunalpolitikk. Men eg havi ikki ambitiónir um at koma í landspolitikk.
Men hevur tú ongantíð sagt við mann tín, at hann skal seta teg sum ministara?
- Nei, tað havi eg ikki. Tað krevur eitt heilt annað sinnalag enn tað, sum eg havi.
Hvat meinar tú tá við?
- Ja, tá skal mann hava heilt spískar albogar.
Og tað hevur maður tín?
- Ja, maður mín hevur góðar albogar, segði Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen í sendingini Hvonn Live á Rás 2.









