Fjølmiðlarnir spæla ein týðandi leiklut, tá ið stórar ítróttarkappingar verða hildnar, og soleiðis er eisini á Oyggjaleikunum.
Fjølmiðlafólk koma úr øllum ættum fyri at fylgja við, hvussu tað gongst umboðnum fyri teirra oyggjar í stóru kappingini.
Føroysku fjølmiðlarnir senda nógv fólk avstað, og bæði útvarp, sjónvarp og bløð fara at fylgja við, hvussu føroysku ítróttarfólkini fara at standa seg millum kappingarneytarnar.
Sum um tað ikki var nóg mikið, at alskyns fjølmiðlar fylgja við í leikunum, so hava fyriskipararnir á Guernsey hesaferð gjørt av, at ein serlig útvarpsrás og ávís skulu dekka kappingarnar.
Ópartískir miðlar
Serliga Oyggjaleikablaðið verður hvønn dag borið út saman við Guernsey Press, og í hesum blaði verður alt at frætta um leikirnar. Blaðið verður 24 litsíður til støddar hvønn dag.
Ein útvarpsrás fer eisini at senda tilfar um Oyggjaleikirnar døgnið runt, meðan leikirnar eru.
? Hesir miðlar skulu ópartískir fylgja við kappingunum, og tað snýr seg ikki bara um at fanga andan í kappingini, men eisini at vera upplýsandi og rættir, sigur Stuart Falla, sum er formaður fyri fyrireikingarnevndini á Guernsey.
Guernsey Press, sum er lokala blaðið, fer at fylgja við leikunum og serliga teimum lokalu ítróttarfólkunum, men tá ið tað kemur til serliga Oyggjaleikablaðið, sum verður borið út saman við blaðnum, verður umrøðan uttanveltað.
? Oyggjaleikablaðið fer at umrøða leikirnar við myndum og greinum, og vit fara eisini at hava yvirlit yvir kappingarnar, so fólk fáa at vita, hvat gongur fyri seg nær og hvar, sigur Richard Digard, blaðstjóri á Guernsey Press.
Útvarpsrásin fer at senda á FM, men eisini føroyingar kunnu eisini fylgja við umvegis internetið.











