Fjølmiðlar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Formaðurin í donsku fjølmiðlanevndini er Niels Grubbe, hægstarættardómari. Sosialurin hitti á ráðstevnu í Keypmannahavn í fjør undir heitinum: Pressenævnet vagthund eller kæledyr. Hann vísir á, at um man vil lata eftirlitið við góðum pressusiði liggja í eini lógarstýrdari skipan, sum tey hava í Danmark ella lata miðlarnar sjálvar avgera tað, er ein smaksak. Men hann heldur sjálvur, at tað er tørvur á einum stovni, sum kann fara inn og taka konkreta støðu og sum kann vurdera í einstøkum førum, um hetta ella hatta málið er uttan fyri karmarnar av góðum pressusiði.
-Eg haldi tó ikki, at man skal brúka eina fjølmiðlanevndarskipan til at útvikla tær etisku reglurnar. Tær skulu brúkast frá sak til sak. Pressan sjálv eigur at gera reglar fyri góðan pressusið. Ymsar meiningar eru, um vit skulu hava niðurskrivaðar reglar og skal man hava tað, so skulu fjølmiðlarnir sjálvir gera tað. Hevur man ikki nakran sjálvjustist í miðlunum, so eiga tit at fáa tað.
Í Norra hava tey eina øðrvísi skipan enn hana í Danmark. Har er tað eitt sokallað pressuforbund, sum tekur sær av hesum. Niels Grubbe heldur, at man kann gott hava eina nevnd, sum antin er stýrd av miðlunum ella sum er lutvíst almenn, sum man hevur í DK. Vigtugt at bæði journalistar og blaðstjórar eru við í fjølmiðlanevndini, tí teir hava konkretan kunnleika til, hvussu hetta verður gjørt. Men eg meti sum sagt, at tað hevur postivan týdning at hava eina fjølmiðlanevnd.
Meira um hetta málið, sí www.pressenævnet.dk