Fjølmiðlar og valevnir

Jan Poulsen
Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð

Tað frøddi meg at síggja í Degi og Viku mánadagin, at Tingformaðurin, Edmund Joensen, sýtti løgtingsmonnum sum eisini stillaðu upp til bý- og bygdaráðsvalið, at seta fram munnligar spurningar av Tingsins røðarapalli.
Hetta hevði hann gjørt, tí at løgtingslimir sum vóru uppstillaðir, alla tíðina komu upp á røðarapallin og vildu "profilerað" seg so, at øll sum hugdu at Tingvarpinum í Sjónvarpi Føroya, skuldu leggja merki til teir.
Gott var at síggja, at Tingformaðurin gjørdi bart í hesum, og tað skal hann eiga takk fyri.
Menn so seinni í sama innslagið í Degi og Viku, hevur tíðindamaðurin hjá Sjónvarpi Føroya, Grækaris D. Magnussen, eina samrøðu við ein av sínum egnu starvsfeløgum, - skal lata vera við at nevna navn hansara her, so hann ikki fær meira reklamu her -, sum sleppur at tosað út í eitt í uml. 3 minnuttir, um hvussu rættvísur hann er í mun til onnur valevni. At hann fyri 2-3 mánaðum síðani hevði gjørt vart við, at hann stillaði upp, og tískil ikki kundi vera á skíggjanum meira. Seinast í innslagnum segði hann so, eftir at vera spurdur, " eg spæli altíð við opnum kortum". Ja, eg meini tað.
Hesin tíðindamaðurin og valevnið, fekk sostatt ta bestu reklamu, sum ein kann fáa uttan so mikið sum at gjalda eitt klovið oyra fyri tað, ímeðan onnum valevnir skulu gjalda í dýrum dómum fyri sovorðna reklamu.
Haldi at hetta var á sera lágum støði frá Sjónvarpsins síðu.
Kundi eisini hugsa mær, at Sjónvarp Føroya tosaði við meg um hetta, at ikki sleppa framat, tí ein er uppstillaður til kommunuvalið.
Eri nú eftir hondini fastur fúsur týsmorgun í sendingini "Góðan Morgun Føroyar" í Útvarpi Føroya, har eg havi svarað spurningum um ferðslu. Men tá hesar sendingar aftur skuldu byrja í vetur, segði eg í september mánaði Útvarpi Føroya frá, at ætlanin var at stilla upp til Kommunuvalið, og varð tað tí avrátt, at onkur annar skuldi svara spurningum ístaðin.
Um Sjónvarp Føroya hevur hug, so eru teir vælkomnir at tosað við meg eisini um hetta málið.