Almenni ákærin vil hava miðlarnar dømdar fyri brot á rúsdrekkalógina, eftir at teir í fjør høvdu lýsing frá Hotel Føroyum um ølfagnað. Sambart rúsdrekkalógini er ikki loyvt miðlunum at lýsa við sølu ella útskonking av øli, sum er sterkari enn 2,8% . Almenni ákærin gjørdi í niðurstøðu síni greitt, at miðlarnir eiga hvør at fáa eina bót uppá 10.000 kr. umframt inntøkurnar fyri lýsingarnar verða konfiskeraðar. Hotel Føroyar eigur at fáa somu bót. Á rættarfundinum góvu umboð fyri miðlarnar vitnifrágreiðing og søgdu annars sína hugsan um hetta málið. Teir mettu seg ikki sekar í broti á lógina og vildu hava frífinning. Umboð fyri miðlarnar gjørdu m.a. vart við at lýst var við einum tiltaki á Hotel Føroyum og lýsingin ikki skuldi metast sum lýsing fyri sterkum øli. Málið varð upptikið til dóms, sum verður feldur mikudagin í komandi viku.









