Fjølmiðlanevndin: Grundarlag er ikki fyri átalu

Í samband við EIK málið, ið var kært til Fjølmiðlanevndina, er niðurstøðan, at grundarlag er ikki fyri at átala Sosialin

Fjølmiðlanevndin metti ikki, at grundarlag var fyri, at finnast at Sosialinum í viðgerðini av EIK málinum.

 

EIK kærdi annars Sosialin fyri ein grein, ið var skrivað í juni í ár, har tey mettu, at Sosialurin førdi fram villleiðandi og skeivar upplýsingar um eitt torgreitt mál og bygdu teirra søk á eina einstaka høvuðskeldu. EIK metti, at Sosialurin við síni viðgerð skaddi bankan og bankans leiðslu á einum skeivum grundarlagi.

 

Fjøliðmiðlanevndin sigur í síni niðurstøðu, at miðlar eiga víðari ræsir at viðgera slík mál, ið kann metast sum eitt avdúkandi mál, ið ber brá av eini avdúkan um ivasom viðurskiftir. EIK eigur at tola, at kritiskir spurningar verða settir í hesum sambandi. Nevndin viðmerkti eisini, at Sosialurin tó átti at vanda sær betur um málið og ikki nýta orð so sum «skattasnýt» tí eingin er dømdur í málinum.

 

Meir verður at lesa í Sosialinum í morgin, ið verður borin í hvørt hús.