Fjølmiðlalóg bíðar eftir Fólkatinginum

Áðrenn nøkur lóg um góðan fjølmiðlasið kann setast í gildi, má Fólkatingið taka undir við at føroyingar yvirtaka málsøkið. Tað var úrslitið av fundinum fríggjadagin millum løgmálaráðið í Føroyum og Danmark. Nú hevur Sambandsflokkurin mist tolið

Nógv hava eftirlýst,at Føroyar fáa eina lóg, sum verjir borgaran ímóti fjølmiðlunum. Løgtingsins umboðsmaður fanst soleiðis í Sosialinum herfyri harðliga at myndugleikunum fyri ikki at hava fingið lógina setta í gildi, sum hevur verið ávegis í 10 ár. Men striltið gongst hjá landsstýrinum, sum hevur uppskot klárt.
Sjónarmiðið hjá landsstýrinum hevur verið, at føroyingar hava heimild at lóggeva á økinum, men á fundinum fríggjadagin millum donsk og føroysk embætisfólk gjørdi danska løgmálaráðið greitt, at Fólkatingið skal geva heimildina fyrst. Hetta kemst av, at lóggávan kemur inn á revsilógarøkið, sum er danskt.
Talan verður bara um eina yvirtøkulóg, sum telur tríggjar til fýra reglur, ið Fólkatingið skal samtykkja. Hetta er ikki umfatandi arbeiði, men við teimum royndum, sum føroyingar hava við at bíða eftir donskum lógararbeiði, er greitt, at tað kann draga út. Spurningurin er so, um tað ikki loysir seg at bíða eftir, at ein samlað yvirtøkulóg verður løgd fyri Fólkatingið, ið hevur til endamáls at geva føroyingum heimild at yvirtaka øll málsøki, ið liggja uttan fyri grundlógina.
Sambandsflokkurin hevur mist tolið og hevur lagt uppskot fyri tingið um, at føroyingar seta donsku lógina í gildi. Tað ber ikki til, at eingin fjølmiðlaábyrgdarlóg er, sum hóskar til okkara umstøður, og tí eigur løgtingið at samtykkja at heita á løgmálaráðharran um at seta lógina í gildi fyri Føroyar, sigur flokkurin í viðmerking til uppskotið.
Tað er kortini ivasamt, um Sambandsflokkurin fær undirtøku fyri sínum uppskoti, tí landsstýrið arbeiðir við málinum, og Javnaðarflokkurin hevur eisini sagt, at hann styðjar eina føroyska loysn á málinum.
Lógin um kringvarp, sum varð sett í gildi í 1998, vísir til fjølmiðlaábyrgdarlógina, sum av ymsum orsøkum ongantíð er komin í gildi. Í mars 2001 legði landsstýrismaðurin eitt uppskot fyri tingið um eina føroyska fjølmiðlaábyrgdarlóg, men ivi var reistur um, hvørt føroyingar kundu lóggeva á økinum, og tí varð uppskotið tikið aftur. Privatu fjølmiðlarnir eru heldur ikki fevndir av nakrari lóg, og tískil er onki eftirlit við, hvat verður sett á prent.