Helena Dam á Neystabø tekur til orðanna og verjir samansetingina av Fjølmiðlakommissjónini sum einki fjølmiðlaumboð hevur. Landsstýriskvinnan vissar um, at hon hevur hugsað seg væl um, áðrenn hon valdi fólk í Fjølmiðlakommissjónina.
- Nógvar royndir vísa, at tað kann vera sera trupult at arbeiða í eini nevnd, ið er mannað við virkandi fólki, sum skulu umboða so nógv ymisk og mótstríðandi áhugamál, ikki minst peningalig áhugamál, sigur Helena Dam á Neystabø.
- Tí havi eg valt at manna eina nevnd, sum er óheft av fjølmiðlunum, og sum hevur neyðuga vitan, førleikar og royndir at greiða sín arbeiðssetning, sigur landsstýriskvinnan í lesarabrævinum.
- Eg ivist ikki í, at hetta er rætta manningin til at greiða tann arbeiðsseting og svara teimum spurningum, ið eg havi sett. Var arbeiðssetningurin ein annar, var manningin ein onnur.
- Samanumtikið skal fjølmiðlakommissjónin viðgera 3 høvuðsspurningar:
? Skal kringvarpsbygnaðurin vera sum hann er, ella t.d. umskipast til eitt alment partafelag e.l.
? Hvussu kann Kringvarpið fíggjast í framtíðini, samstundis sum vit á bestan hátt tryggja eitt úrval av privatum fjølmiðlum
? Skulu vit velja annan leist at veita Føroya fólki neyðugar public service-tænastur
- Tey, sum manna fjølmiðlakommissjónina, hava breiðan serkunnleika innan miðlavísind, journalistikk, løgfrøði og búskaparfrøði, marknaðarføring og lýsingar, umframt praktiskar førleikar innan útvarps- og sjónvarpsarbeiði, bæði í Føroyum og uttanlands, og innan blaðmannaheimin, skrivar Helena Dam á Neystabø.