Fjølmiðlafakfestivalur

Fakfestivalur 2004 fyri fjølmiðlaheimin verður 28. februar. Tað er felagið Synergi, sum skipar fyri honum

Fakfestivalur 2004 fyri føroyska fjølmiðlaheimin verður í nútímans hølunum hjá Føroya Sjómansskúla 28. februar.
Hetta er fyrsti fakfestivalur, ið verður hildin fyri føroyska fjølmiðlaheiminum, og nógv spennandi evni og fyrilestrahaldarar eru á skránni.
Arbeiðir tú í fjølmiðlaheiminum, on ella back stage, innan formidling, t.d. politikari, á lýsingarstovu ella á annan hátt hevur áhuga í evnunum/fyrilestrahaldarunum, so er 28. februar dagurin, har tú hittir onnur við somu fakligu áhugamálum.Tað er her tú fært motiviatión, meirvitan og skapar netverk !
Bjørt Samuelsen, journalistur, kemur at stýra degnum. Evsta mark fyri tilmelding er fríggjadagin 13. februar.

6 blokkar:
Blokkur 1 er 4 statsmaktin - Ógegni - Alment innlit
Hans Engell, blaðstjóri á Ekstra Blaðnum fer millum annað at tosa um uppgávuna hjá miðlunum og uppgávuna hjá tí almenna í mun til miðlarnar.
Kurt Strand frá DR- Dokumentar, Profilen fer at tosa um 4?statsmaktina, fjølmiðlar og politikk - hvør stýrir hvørjum.
Øssur Winthereig, journalistur og ein av rithøvundunum til bókina "Skjót journalistin" fer at tosa um ógegni, millum annað hvussu handfara vit ógegni í sambandi við borandi journalistik í Føroyum. Hvussu halda vit arbeiðið og privatlívið sundurskilt. Eisini fer hann at tosa um journalistar í politikki.
Johnhard Klettheyggj, løgfrøðingur hjá Løgtingsins Umboðsmanni fer at tosa um lógina um alment innlit.
Blokkur 2 er um Gallup Føroyar - Samskiftismenning
Ellindur Egilstrøð, stjóri Gallup Føroyar fer at hava framløgu við feskum tølum um fjølmiðlaheimin.
Tróndur Djurhuus, menningarstjóri í Føroya Tele og nevndarformaður í Bitland Enterprise fer at tosa um samskiftismenning, møguleikar og avbjóðingar fyri føroysku fjølmiðlarnar. T.d. Breiðband Føroyar, SMS, MMS, avbjóðingarnar frá digitalu sjónvarpsnetunum. Harumframt fer hann at tosa um blaðhús ella fleirmiðlahús - kravið um og møguleikarnar fyri optimering.
Blokkur 3 er um spyrjiteknikk
Hetta verður ein 2 tíma long sessión við Kurt Strand, um spyrjuteknik, djúpdarboring og stýring av eini samrøðu. Kurt Strand hevur skrivað ein bók um júst hetta evni.
Blokkur 4 snýr seg Samstarv - Útbúgving - Trivnaður
Kári Durhuus, frá Fjølmiðlaráðgevingini fer at hugleiga um føroyskir fjølmiðlar á einum vegamóti. Ein lýsing av føroyska fjølmiðlaheiminum anno 2004.
Edvard Joensen, formaður í Blaðmannafelagnum fer at tosa um framtíðarútlitini hjá
Blaðmannafelagnum.
Birgir Kruse, rektari á Nordisk Journalistcenter fer at tosa um týdningin av at útbúgva og víðariútbúgva seg sum journalistur.
Blokkur 5: Speakers Corner
Hevur tú okkurt uppá hjarta, hevur tú høvi at bera tað fram her. 40 minuttir eru settar av til Speakers Corner.
Blokkur 6: Framtíðarscenarie
Hans Engell fer at hugleiða um framtíðarscenarie innan fjølmiðlaheimin, internet kontra annan tíðindaflutning - mediakonvergens.
Fakfestival døgurði v/Sámali Ravnsfjall og Ronnie Nielsen verður um kvøldið.
Tilmelding hjá Synergi, teldupostur synergi@synergi.fo. Meiri fæst at vita á heimasíðuni www.synergi.fo