Fjølbroyttir sangarar í uppskoti

Fimm góðir, men ymiskir føroyskir sangarar eru í uppskoti til virðislønina sum besti sangari í Føroyum í 2006

Tað er eitt fitt petti frá Róki Jákupssyni til Kára Sverrson, tá leiðini eisini skal ganga umvegis Ólav Jákupsson, Teit Lassen og Hans Marius Ziska.
Men hesir fimm sangarar eru teir, sum eru tilnevndir til Planet virðislønina sum besti sangari í 2006.
Hans Marius Ziska er sangari í bólkinum Marius. Hans Marius er rocksangari, sum klárar at fáa tey góðu løgini at sita, sum tey skulu. Útgávan hjá Marius vísti ein sangara, sum er væl fyri, og sum dugir at syngja tað, sum hann skal.
Kári Sverrison hevur verið virkin í føroyskum tónleiki í nógv ár, og hann fann fyri nógvum árum síðani sín serstaka stíl sum sangari og tónleikari. Hann syngur og spælir við íblástri úr gomlum føroyskum og heimstónleiki, og tað tykist, sum at hann altíð fær tað at rigga.
Ólavur Jákupsson er tann eyðkendi sangarin í bólkinum Gestir. Tað kann verða trupult at pástanda, at Ólavur er ein góður sangari ella ein minni góður sangari, tí hansara stílur er so serstakur, at tað er trupult at samanlíkna hann við nakran, og so hevur hann vælsaktans klárað at funnið seg sjálvan sum sangar og oddmann í Gestum.
Rókur Jákupsson hevur verið lagd rødd til tónleikin hjá eitt nú MC Hár og All That Rain, men samstundis hevur hann eisini skrivað og sungið sín egna tónleik sum solistur. Hann gav í fjør út eina EP-fløgu við sínum sangum, og á við ymiskum framførslum hevur hann víst sítt potentiali sum sangari.
Seinasti sangarin í uppskoti til hesa virðislønina er Teitur Lassen. Hann er fremsti singer/songwriter, sum vit eiga, og røddin hjá honum hevur allatíðina verið í miðdeplinum. Teitur kemur víða við sínum tónleiki, og ongum nýtist at ivast í, at røddin hjá honum heldur allan vegin.






(at koyra í kassa):

Besti sangari
Hans Marius Ziskapla bs 1
Kári Sverrisonpla bs 2
Ólavur Jákupssonpla bs 3
Rókur Jákupssonpla bs 4
Teiturpla bs 5