Uni Arge
------
Skráin fyri Shipping Føroyar 2008 er bæði rúgvismikil og fjølbroytt. Fleiri ymiskir fyrilestrarhaldarar úr trimum londum fara at leggja fram sínar hugsanir um shippingvinnuna, og lagt verður fyri kl. 9.35, tá Jóannes Eidesgaard, løgmaður, setir ráðstevuna.
Tá stevnan er sett, fær Jan Frits Hansen, varastjóri í Danmarks Rederiforening, orðið. Hann fer at umrøða shippingvinnuna sum eina globala vinnu. Jan Frits Hansen er føddur í 1955 og útbúgvin búskaparfrøðingur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur í mong ár starvast hjá Danmarks Rederiforening, fleiri ár sum leiðari og síðan 2007 sum varastjóri. Umframt at vera varastjóri er hann nevndarlimur í nógvum ymiskum nevndum.
“Samstarv er neyðugt” eitur fyrilesturin, sum Klaus Kjærulff, forstjóri í Torm, fer at halda. Klaus Kjærulff hevur verið forstjóri í Torm síðan 2000 og varð útbúgvin hjá ØK síðst í sekstiárunum og fyrra helming av sjeytiárunum. Hann er føddur í 1952. Umframt at vera forstjóri í Torm er Klaus Kjærulff næstformaður í Danmarks Rederiforening og nevndarlimur í Danmarks Eksportråd.
Føroya Banki og Møkster
Triði fyrilestrarhaldarin fyrrapartin verður John Rajani, leiðari á Corprate Finance-deildini hjá Føroya Banka, sum tekur sær av ráðgeving í sambandi við keyp og sølu av fyritøkum. John Rajani er útbúgvin fíggjarfrøðingur frá Copenhagen Business School og MBA frá University of Lancaster. John hevur drúgvar royndir bæði úr almennu umsitingini og privata vinnulívinum, eitt nú sum stjórnarskrivari í Faroe Seafood, løgmansitari, sendimaður í London og deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni.
Seinasti fyrilestrarhaldarin fyri døgurðasteðgin verður Anne Jorunn Møkster, forstjóri í norska reiðarínum, Simon Møkster Shipping. Anne Jorunn Møkster er dóttir Simon Møkster, sum stovnaði reiðaríið, og arvaði ein part av partabrøvunum í fyritøkuni, tá pápin doyði. Tað stóð ikki skrivað í sól og mána, at hon skuldi taka við leiðsluni, men soleiðis endaði tað, og í dag er Anne Jorunn so forstjóri í familjufyritøkuni. Hennara fyrilestur ber heitið “Frálandavinna – soleiðis gera vit.”
Mærsk og Borðoy
Eftir døgurðasteðgin fer Albertus Zwiers, tekniskur stjóri hjá Mærsk Supply Service, fyrilestur undir heitinum “Frálandavinna – vinnuøki fyri føroyingar?” Fyrireikararnir fegnast nógv um at hava fingið umboð fyri Mærsk við á ráðstevnuna, tí Mærsk er ein av heilt stóru aktørunum í heiminum, tá um shipping ræður. Nógvir hundraðtals føroyingar hava verið og eru enn í starvi hjá Mærsk, og væntast kann, at fleiri teirra verða við á stevnuni.
Undir heitinum “Innveiting av tænastum” fer Lassi Borðoy síðan at halda fyrilestur. Lassi Borðoy er útbúgvin maskinverkfrøðingur, skipsførari og navigatiónsskúlalærari. Hann hevur siglt í fleiri ár við handilsskipum og var í trý ár stjóri í Atlantic Offshore Base í Runavík. Hann hevur eisini í fleiri ár verið ráðgevi innan sjóvinnuna og var við til at stovna Sjóvinnudepilin í 2006, ið hevur sum mál at gerast ein týðandi tænastuveitari á sjóvinnuøkinum í Norðurlondum.
Annfinn og Bjørt
Síðstu fyrilestrarhaldararnir á stevnuni verða Annfinn V. Hansen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, og nýklakta landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, sum umsitur FAS-skipanina.
Annfinn V. Hansen fer at leggja fram tilmæli til myndugleikarnar um broytingar í FAS-skipanini, so hon kann gerast ein veruligur vinnuvegur.
Bjørt Samuelsen fer at umrøða ætlanirnar hjá landsstýrinum í sambandi við FAS-skipanina. Í samgonguskjalinum stendur, at hon skal dagførast. Orðingin um FAS í samgonguskjalinum er hendan:
“Til tess at menna eina nýggja inntøkuvinnu á sjóvinnuøkinum, har vit hava dyggari royndir enn tey flestu, verður Føroyska Altjóða Skipaskrásetingin umskipað soleiðis, at hon verður kappingarfør við aðrar skipanir av hesum slagi.”