Um smáar tríggjar vikur fer fyrsta innleiðandi umfar av Prix Føroyar av bakkastokki. Freistin at tekna seg til prixið er nú farin og fyrireikararnir sita nú og fyrireika tað seinasta.
36 bólkar hava meldað seg til kappingina. Hetta er næsthægsta talið nakrantíð. Men tikið til eftirtektar, at hvør tónleikari ikki kann vera við í meira enn tveimum bólkum, kann hetta talið sigast verða ógvuliga høgt. Mark er eisini ásett til luttakandi bólkar, sum er 30, og tí kann tað væl verða, at bólkar verða sáldaðir frá.
? Vit eru ógvuliga væl nøgdir við tilmeldingarnar. Vit søgdu áðrenn, at um 30 bólkar teknaðu seg, so var tað gott, so 36 er ikki annað enn avbera gott, sigur Fróði Vestergaard, umboð fyri Norðurlandahúsið, sum saman við Útvarpinum, Sjónvarpinum og FUT skipar fyri Prix Føroyum.
Demo fløga
Hvør bólkur skal senda inn eina demo-fløgu, sum millum annað skal nýtast til at styrkismeta bólkarnar. Freistin til at senda fløguna var í gjárkvøldið, mánakvøldið, klokkan 18. Fleiri bólkar høvdu fyrrapartin í gjár longu sent fløguna, men nakrir vantaðu tó, og væntaðu fyrireikararnir, at tær fløgurnar fóru at koma inn leypandi ígjøgnum dagin. Um bólkurin ikki sendir inn demo-fløgu, sleppur hann ikki at luttaka í kappingini.
? Tað kann koma fyri, at bólkar verða valdir burturúr hesuferð, sigur Fróði Vestergaard. ? Men tað er alt eftir, um allir bólkarnir senda inn demo-fløgu ella ikki. Eisini er onkur bólkur, sum ikki rættiliga veit enn, um teir koma, so alt hetta skal fáast upp á pláss, og kannast áðrenn vit rættiliga vita, hvussu stórt tað veruliga talið er.
25. januar byrjar kappingin, og tað er, sum kunnugt í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, at øll tey innleiðandi umførini verða hildin.
? Eisini tá tað er tikið til eftirtektar, at øll innleiðandi umførini vera í Fuglafirði, má tilmeldingartalið sigast vera stórt, tí fleiri bólkar melda seg ofta til av tí, at prixið kemur til teirra nærumhvørvið.
Fjølbroytt
Fróði Vestergaard upplýsir, at tað eru ógvuliga fjølbroyttir bólkar, sum koma at luttaka í Prix Føroyum í ár.
? Talan er um ungar, nýggjar bólkar, og eisini hava vit bólkar, sum hava verið við í finaluni fyrr. Stílurin hjá teimum ymisku bólkunum er eisini ymiskur. Har er alt frá fólkatónleiki til harðan rock og gospeltónleik.
At so nógvir bólkar melda seg til Prix Føroyar, nú tað fyri fimtu ferð verður hildið í Føroyum, ber bara boð um, at tónleikaheimurin bara veksur.
? At so nógvir bólkar hava teknað seg sigur eisini, at tónleikararnir í Føroyum taka undir við tiltakinum, og tað er ein tørvur á, at bólkar sleppa út at spæla og framføra sín tónleik, sigur Fróði Vestergaard at enda.