Hesaferð er sendingin Vinnurásin á Rás2 flutt ein tíma fram til klokkan 15. Í sendingini eru mong spennandi og fjølbroytt evni, eitt nú verður tosað við Óla Hammer, nevndarformann í Smyril Bluewater og Kurt Skov, stjóra í Bluewater. Í sendingini verður somuleiðis tosað við Gloriu Kalsø, forkvinna í nevndini í Framtak um Smyril Line bjargingina og framtíðina. Stjórin í Skipaeftirlitinum vitjar at tosa um kanning, sum verður løgd fram í Miðlahúsinum í kvøld.










