Umleggingar av tilfarinum í SvF verða veruliga settar í verk mánadagin. Føroysku sendingarnar, sum verða at síggja í vetur koma á skránna, og meira verður til børnini enn áðrenn.
Vikudagar sleppa børnini framat longu klokkan 18.00 ístaðin fyri klokkan 18.30 sum áðrenn. Nú verður tilfar til børnini í ein heilan tíma. Sendingar til ungdómin, sum hava verið vístar mikudagar, verða nú fluttar til leygardag seinnapart. Mikukvøldið verður tí merkt av lættari undirhladi og dokumentarsendingunum, m.a úr savninum.
Endursendingar
? SvF ásannar, eins og støðirnar í londunum rundan um okkum, at um tú vilt hava tínar egnu sendingar sæddar, so er ikki nóg mikið at senda tær bara einaferð ella tvær. DR endursendir onkrar sendingar upp í seks til sjey ferðir og BBC hevur eisini tað fyri, at endursenda eina sending upp til 20 ferð í eini viku, sigur SvF í tíðindaskrivi.
Føroyski hyggjarin fjakkar nógv millum ymsu rásirnar,, og fyri at geva øllum møguleikan at síggja sendingarnar nógv orka er løgd í at gera, er neyðugt at senda sendingarnar fleiri ferðir. Tí verða allar undirhalds- og mentanarsendingar endursendar tvær ferðir í vetur. Einaferð seint um kvøldið ella í um vikuskiftið og so einaferð afturat tíðliga um kvøldið. Aktuellar sendingar verða endursendar einaferð, oftast dagin eftir, tær hava verið sendar fyrstu ferð.
SvF, sum fyri stuttum legði 4. dag og viku tíðindasendingina á skránna, fer at halda fram á henda hátt í vetur. Afturat hesum verða aktuellar sendingar hvørt mánakvøld, týskvøld og hóskvøld í vetur.
Tær verða Breddin, Kjakið og Fokus. Breddin verður føst sending eftir Dag og Viku mánakvøld. Breddin er at síggja sum ein journalistisk sending, har djúpari verður farið inn í málini enn vanligt. Evni verða tikin fram, sum krevja meira viðgerð enn møguligt er at gera til eina tíðindasending. Í Breddanum verður pláss fyri bakgrund, reportasju, gestum og samandráttum.
Annað hvørt týskvøld eftir Dag og viku verður Kjakið á skránni. Har verður høvi at hoyra sjónvarmið frá fleiri pørtum í senn. Eisini er ætlainin, at luttakarnir kunnu grundgeva meiri gjølla fyri sínum sjónarmiðum. Kjakið verður merkt av politiskum spurningum, men pláss verður eisini fyri øðrum evnum. Millum tveir og fýra luttakarar verða við hvørja fer, saman við vertinum Øssur Winthereig.
Tá Kjakið ikki er á skránni verður Fokus eftir Dag og Viku. Tá verður ein samrøða við ein persón, sum er knýttur at teimum hendingum, sum eru frammi júst tá.
Grannar Okkara verða nú á skránni eftir Dag og viku hóskvøld.
Undirhald og barnasendingar
Heilt inn til mars komandi ár verður SATSA á skránni hvørt leygarkvøld. Fyrst eru 26 innleiðandi umfør, síðani tríggjar triðingsfinalur og endað verður við eini stórari finalu, har sigursharrin fer avstað við 50.000 krónum.
Umframt SATSA eru framleiddar 14 sendingar afturat av Borð um borð, so henda undirhaldssendingin verður á skránni til desember mánaða.
Ein nýggj fiktiónsrøð er gjørd til børn.Serlingar, sum nýggja sendingin kallast er á skránni hvørt fríggjakvøld. Regin D. Patursson er maðurin aftanfyri hugskot og handrit, og Hans Petur Hansen hevur staðið handan filmstólið. Eisini verður røðin ! á skránni, sum Vár Berghamar Jacobsen skipar fyri. Hon ger samrøður við børn um ymisk evni, og í hvørjari sending kemur eisini eitt idol hjá børnunum at vitja.
Jólasendingarnar eru longu umhugsaðar, og tær verða í ár framleiddar í samstarvi við Útvarp Føroya. Tað verða Vár Berghamar Jacobsen, Páll Danielsen, Katrin Nolsøe Joensen og Kári Sólstein, sum fara at gera jólasendingarnar í ár.
? Kokkasendingarnar koma aftur í nýggjum líki. Talan verður um stytri sendingar, sum savna seg um ein rætt, og har meira verður gjørt burturúr eitt nú, hvaðani rávørurnar koma. Vertirnir verða tveir: Guðmundur Guðmundson og Kristvin Jacobsen. 20 sendingar verða framleiddar og tær verða sendar fríggjkvøld ímillum Dag og viku og Gekkin, sigur SvF í tíðindskrivi.
Undan væðingini er ein nýggjur táttur hjá SvF. Sendingarnar eru her gamlar sendingar úr savninum, sum verða vísar í síni heild. Malan Johannesen verður vertur í sendingunum, og hon fer at greiða frá og innleiðir í hvørjari sending við bakgrundini til sendingina. Undan væðingini verður hvørt mikukvøld í vetur.