Fjølbroytt skjalaframsýning

Ein framsýning hjá Føroya Landsskjalasavni við heitinum Kelduvað hevur í hesum døgum verið í Müllers Pakkhúsi í Havn. ? Grundin til, at vit gera hesa framsýningina er, at vit vilja vísa fólki, at Landsskjalasavnið goymir annað enn fólk halda vit hava, sigur John Kjær, skjalavørður

Seinasta vikuskifti lat upp ein spennandi og fjølbroytt skjalaframsýning í Müllers Pakkhúsi í Havn. Framsýningin, sum hevur fingið heitið Kelduvað, hevur opið til 2. hvítusunnudag.
? Tað eru nógv, sum ikki vita, hvat Landsskjalasavnið er fyri nakað. Og tað er orsøkin til at vit hava gjørt hesa framsýningina. Fólk skulu sleppa at síggja, at Landsskjalasavnið goymir nógv annað enn fólk halda.
Hetta sigur John Kjær, skjalavørður.
? Framsýningin umfatar bara ein evarska lítlan part av tí, sum vit hava. Vit hava tikið nøkur evni upp. Tey eru ættarsøga, politisk søga, hugtakið kærleiki, frítíð og felagsskapur, vinnusøga og Tórshavn, greiðir John Kjær frá.

Væl vitjað

Um hálvthundrað fólk hava verið og vitjað framsýningina um dagin, og metir Landsskjalasavnið, at hetta er eitt gott úrslit. Hósdagin vóru um 100 vitjanir, og er tað serstakliga gott.
Nógv spennandi tilfar er at síggja á framsýningini. Millum annað eru privat kærleiksbrøv, sum ein maður hevur skrivað til ta gentuna, sum hann 14 ár seinni varð giftur við.
Harumframt eru uppskot til nýggj løgtingshús, ein lítil lesistova, har fólk kunnu koma. Hon er mest ætlað fólki, ið fáast við ættargransking. Tvey ættargranskingarfeløg eru í Føroyum. Ættarbandið og KT-slekt. Tey eru eisini við á framsýningini.
? Tað var ógvuliga torført at finna útav, hvat vit skuldu velja burturúr. Tí valdu vit at fara í nøkur evni. Hetta er bara ein evarska lítil partur av tí, sum Landsskjalasavnið goymir, sigur John Kjær, sum vísir á, at skjalasavnið hevur umleið 3,5 kilometrar av skjølum, og runt roknað gevur hetta eini 16 milliónir skjøl.
? Alt hetta er sjálvsagt leingi at koma ígjøgnum. Men vit hava nógv annað enn bara skjøl. Millum annað er ein vimpil, frá løgtinginum áðrenn Merkið kom, sum hevur hingið á flaggstongini hjá teimum, greiðir skjalavørðurin frá.
Tankin aftanfyri hesa framsýning kemur frá í fjør av. Tá hevði Landsskjalasavnið ikki minni enn tríggjar rundar »føðingardagar«, men lá ikki fyri at skipa fyri nøkrum tá.
Tá vóru tað 70 ár síðani fyrsta Landsskjalasavnið var bygt, 50 ár síðani fyrsta lógin um Landsskjalasavnið var skrivað og 10 ár síðani verðandi lóg kom í gildi.
John Kjær dylir ikki fyri, at tað kann væl vera, at ein líknandi framsýning verður aftur. Og tá verður henda framsýningin helst nýtt sum grundarlag.
Í november verður nakað, sum verður kallað »Arkivernes dag«, og har verður skjalasavnið eisini við. Tá verður farið djúpari inn í evnið frítíð.