Jan Sørensen, lívfrøðingur og hjárithøvundur í kap. 3, 4 og 5
??????????????
Fyri góðum mánað síðan gav Føroya skúlabókagrunnur út bókina “Føroya náttúra – lívfrøðiligt margfeldi”. Eitt megnarverk um føroyska náttúru, ið kemur at standa sum ein bókmentaligur varði í mong ár frameftir. Bókin er hegnisliga løgd til rættis og sera snotilig og væl úr hondum greidd. Nógv góð fólk hava skrivað og nógv áhugavert er at lesa.
Lívfrøðiligt margfeldi ella lívfrøðiligt fjølbroytni.
Í formælinum verður sagt at “føroyska heitið fyri “biological diversity” hevur verið umrøtt fleiri ferðir, og ritstjórnin hevur viðtikið er at nýta “lívfrøðiligt margfeldi” í somu merking sum eitt nú danska “biologisk mangfoldighed” og svenska “biologisk mångfald”.
Spyrt tú fólk hvat tey skilja við “margfalt”, fært tú ósvikaliga svarið, at tað er nógvar ferðir. Biður tú tey halda tað saman við at nakað er fjølbroytt, vilja tey uttan himpr siga at tað er øvugt av fjølbroytt. Tí skilji eg ikki at ritstjórnin velur at brúka eitt skeivt og beinleiðis misvísandi heiti. Margfeldi er júst tað øvugta av diversiteti. Diversitetur er tað vit á føroyskum kalla fjølbroytni.
Brot úr orðabókum:
Føroysk – donsk orðabók (Føroya fróðskaparfelag, 1961)
Margfaldamangedoble
Margfaldurmangfoldig
Føroysk orðabók (Føroya fróðskaparfelag, 1998)
Fjølbroyttur:margbroyttur, margháttaður, skiftandi, ymiskur
Fjølbroytni:tað at verða fjølbroyttur
margfalda: gera fleiri ferðir meira, fleiri, at endurgeva í fleiri eintøkum
margfaldur: í stórum tali, mangur, fjølmangur
margfeldi: 1. (stór) mongd, nøgd, fjøld
2. fjølbroytni, lívfrøðiligt fjølbroytni
Donsk - føroysk orðabók (Stiðin, 1998)
diverse: ymsir, ymissir, hissini
Donsk - føroysk orðabók (Føroya fróðskaparfelag, 1977 og 1995)
diverse: ymsir, ymissir, hissini
Viðvíkjandi orðinum margfeldi í “Føroysk orðabók”
Sjálvt um fjølbroytni stendur sum merking 2 undir margfeldi í føroysku orðabókini, so meti eg at hetta er ein villa, ið man vera íkomin av ikki nøktandi ráðgeving. Sum heiti er lívfrøðiligt margfeldi ikki gamalt, og tí man onkur hava smíðað orðið nýliga, og tí er ikki rætt at leggja so stóran týdning í hetta. 2. merking er í beinleiðis andsøgn fyrstu, og verður enntá lýst sum fjølbroytni.
Endurtøka av útlendskum feili
Størsta orsøk til at “viðtikið er “ at brúka orðið margfeldi man vera danska “mangfoldighed” og svenska “mangfald”. Her má sjálvsagda niðurstøðan verða at har onnur hava gjørt skeivt, ikki er neyðugt hjá okkum at gera eftir.
Tá eg fekk frumritið til rættlestur og viðmerkingar, leitaði eg mær ráð hjá íslendskum granskarafelaga, og spurdi hvørji orð vóru brúkt í Íslandi. Har nýta tey oftast “fjölbreytileiki” fyri “diversitet, meðan orðið “fjölbreytni” eisini verður brúkt, men tó ikki so ofta. Fyri heitini “abundance” og “equality” brúka tey orðini “þéttleiki” og “jafnræði “.
At hini norðurlondini brúka orðið “mangfold”, kemur helst av at hetta er gamalt orð. Mær vitandi er ikki vanligt, at smíða nýggj orð í hesum londum. Tey hava havt valið millum orðini “diversitet” ella “mangfold”. Í dagligari talu tosa tey um diversitet og í meira hátíðarligum formi um mangfold, sum ikki er nøktandi, men tó einasta valið tey hava.
Species richness o.a.
Bókin “Føroya náttúra” lýsir í høvuðsheitum tað, sum á enskum eitur “species richnes”, ella margfeldi av sløgum. Hetta er sjálvsagt ein partur av tí, sum vit vanliga fata sum lívfrøðiligt fjølbroytni. Hetta er tað mest grundleggjandi og mest einfalda, men á ongan hátt ein nøktandi lýsing av lívfrøðiligum fjølbroytni.
Ritstjórnin hevur helst valt at halda bókina á einum einføldum støði, soleiðis at hon kann lesast av øllum, og hevur tí ikki gjørt so nógv burturúr.
Sjálvur havi eg dagliga brúk fyri at kunna skriva og tosa um fjølbroytni, javnleika, ójavna, títtleika og margfeldi av sløgum. Hetta svarar til ensku heitini diversity, equality, heterogenity, abundance og species richness. Bókin Føroya náttúra viðgerð ikki hesi viðurskifti, men í høvuðsheitum bert tað sum eitur “species richness”, tað sum eg haldi eitur “marfeldi av sløgum”. Eitt meira beinrakið heiti kundi tí verið “Føroya náttúra – margfeldi av sløgum”
Við tað at ritstjórnin hevur valt at javnstilla orðini “biological diversity” og “lívfrøðiligt margfeldi”, hevur hon lagt lunnar undir skeivari og oyðslutari nýtslu av heitum, sum annars ikki eru løtt at gera. Umframt at skapa óneyðugan ruðuleika.
Fylgjurnar eru longu sjónligar.
Dømir um hvussu illa kann gangast:
Ein tíðindastubbi, ið stóð at lesa í Sosialinum herfyri : TEIR GRØNU SKÓTARNIR FARA Á MARGFALDA SKÓTALEGU". (blaðfólkið meinti sjálvsagt at skótalegan var fjølbroytt).
Nýggi postverksstjórin heldur at “Margfeldi og samstarv eru lyklaorð”, hann meinar sjálvsagt ikki at arbeiði skal verða einstátta, men fjølbroytt.
Løgtingið viðgerð “Uppskot til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi”, sum byrjar soleiðis ”Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at taka stig til at lýsa margfelda lívið í føroysku náttúruni ...”. Her skuldi sjálvsagt staðið fjølbroytni og fjølbroytta.
Av hesum er greitt at fólk longu velja at brúka “margfeldi” í staðin fyri “fjølbroytni” og “margfalt” í staðin fyri “fjølbroytt”. Hetta er eftir mínum tykki bæði skeivt og harmuligt.
Upprunin til feilin
Einki er at ivast í at feilurin longu er íkomin í 1993, tá Løgtingið samtykti sáttmálan um lívføðiligt margfeldi.
Endaviðmerking
Í “Donsk - føroysk orðabók” (Føroya fróðskaparfelag, 1977 og 1995) eins og í “Donsk - føroysk orðabók” (Stiðin, 1998) stendur at orðið “DIVERSE” á føroyskum merkir: ymsir, ymissir, hissini. Eitt uppskot kundi tí eisini verið at kalla “biological diversity” fyri “lívfrøðigan ymiskleika”, “lívfrøðiligt ymsi” ella bara “ymsi”.
Í framhaldi av hesum kundi “THE DIVERSE NATURE” tí verðið umsett soleiðis: Ymsa føroyska náttúran – Ymiska føroyska náttúran - Fjølbroytta føroyska náttúran. Tað ber ikki til at siga Margfelda føroyska náttúran, tað gevur onga meining tí tað merkir at náttúran er einstáttað.
Sum onkur segði “Vi begriber med vores begreber” og tí er neyðugt at tey, sum fáast við diversitets-hugtakið tosa sama mál. Tað skal vera mín vón, at fólk gevast at brúka beinleiðis misvísandi heiti margfeldi, og heldur brúka orðið fjølbroytni.
At eg ikki fari heilt skeivur, sæst um ein slær upp í orðalistanum aftast í bókini (Føroya náttúra, síða 234). Har stendur soleiðis:
Lívfrøðiligt margfeldi: fjølbroytni viðvíkjandi livandi verum ...










