Komandi vikuskifti 4.?6. apríl koma væntandi nógvir gestir til Runavíkar kommunu. Hetta er vikuskifti tá føroya stórsta bústevna "Hús & Innbúgv" verður hildin í Ítróttarhøllini í Runavík, umframt í einum telti, sum er sett upp við síðuna av høllini. Umframt at vitja bústevnuna, hava gestirnir eisini møguleika at keypa inn allan leygardagin. Og tá tað er gjørt kann ferðin setast niður við at vitja forngripasavn og málningaframsýning.
Langur leygardagur
Handlarnir í Handilsmiðdeplinum í Runavíkar Kommunu hava avgjørt at hava langan leygardag. Tað merkir at opið verður til kl. 17.00 leygardagin 5. apríl.
Bygdasavnið Forni hevur opið
Møguleiki er hjá vitjandi á bygdasavninum Forna á Glyvrum at síggja eina serliga myndaframsýning hongur uppi í løtuni. Hetta eru myndir av ymiskum fiskaarbeiði bæði á sjógvi og landi. Haraftrat er tann fasta framsýningin, har ymiskir fornlutir eru at síggja, so sum innbúgv, brúkslutir, amboð og mangt annað. Opið er leygardag og sunnudag frá kl. 16.00 til kl. 20.00.
Málningaframsýning
Í gamla handlinum á havnalagnum í Saltangará fara Ketty á Fríðriksmørk av Strondum og Dagmar Beder av Kambsdali at sýna fram málningar. Gamli handilin, ofta nevndur Piddasa handil, hevur av og á verið karmur um líknandi tiltøk, og fara listakvinnurnar at hugna um og seta sín dám á. Opið er leygardag og sunnudag frá kl. 16.00 til 20.00.