Teir tríggir í bretska dreingjabólkurin Five frá nítiárunum, er lendir í Vágum fyri løtu síðani, og eru nú á veg til Havnar. Í stuttari viðmerking siga teir, at teir gleða seg til í kvøld.
Teir skulu fyrst framvið Hvonn í Havn, har Rás2 sendir »hvonn live« beinleiðis«. Seinni í kvøld fara teir á pallin í dansistaðinum Luux.
Bólkurin Five, vanliga skrivaður »5ive«, gjørdist heimskendir við løgum sum When the Lights Go Out, Everybody Get Up, umframt eitt coverlag av We Will Rock You, ið teir spældu við restini av manningini hjá Queen.
– Hetta er eitt navn, ið rakar væl málbólkin hjá Luux, ið eru tey, ið vóru ung í nítiárunum. Talan er her um nokk størsta útlendska navnið í Luux nakrantíð, sigur Rúni Djurhuus við in.fo.
Upprunaliga manningin í Five vóru Sean Conlon, Ritchie Neville, Scott Robinson, Abz Love og Jason J Brown, men síðstu árini hevur bólkurin verið mannaður við Sean Conlon, Ritchie Neville og Scott Robinson.