Fittir danir við óndum tónum

Tað gekk ikki friðarliga fyri seg, tá ið donsku Hatesphere froystu garvillan tungmálm út yvir Spæliplássið
Tað var afturvið orgultónleiki, at danski bólkurin Hatesphere trein á pall á Spæliplássinum. Men so kom larmurin, og tað var ikki við mýkindum.

 

Hatesphere spæla harðan tungmálm, onkustaðni ímillum thrash og death metal. Og tað koyrir við fullari ferð allatíðina ? hart og kontant.

 

Tíðliga í konsertini vóru tíverri nakrir tekniskir trupulleikar. Alt steðgaði á eina lötu, meðan trummuljóðið skuldi fáast uppa pláss. Hetta tyktiskt tó ikki at órógva tónleikararnar tað stóra, sum tóku alt við einum smíli.

Í veruleikanum tyktust teir at vera sera fittir og hugnaligir, tá ið hugsað verður um, at hetta man vera illasti tónleikurin, sum nakrantíð hevur verið á G!. Teir smíltust og brosaðu, og hövdu als ikki tað illsinta útrykkið, sum ofta verður sett í samband við slíkan tónleik.

 

Tónleikurin var hinvegin av óndasta slag. Sangarin rann aftur og fram og brölaði sum eitt ótt. Og tónleikararnir headbangaðu og hoppaðu, meðan teir buldraðu á ljóðförini.

Og teir spældu sera væl. Tungu riffini, knöppu skiftini, skjótu rútmurnar og skræðisoloirnar sótu ordiliga tight. Teir eru væl samanspældir.

 

Tað vóru hampuliga nógv fólk til staðar, og Hatesphere dugdu væl at samskifta við tey. Teir vóru á tremur við orku, og serliga sangarin dugdi væl at fáa fólkið við uppá tað.

 

Hatesphere froystu út málmin við 100 km/t í trý korter. Allarhelst svakasta konsert á G! nakrantíð.

 

 

Oddur á Lakjuni