Fittastu føroyingarnir skulu finnast

Leygardagin verður stóra Fitness Føroyar kappingin hildin

 

 

Hetta er triða árið, at skipað verður fyri kappingini. Í fjør varð hon hildin á Hotel Føroyum, men í ár verður kappingin í Norðurandahúsinum, har karmarnir til slíkar kappingar eru enn betri, sigur Jákup Jacobsen, sum er høvuðsfyriskipari av kappingini.

 

Jákup vitjaði rásarúmið hjá Rás2 í dag, og við at trýsta á pílin undir myndini, ber til at hoyra tað, sum hann tá segði við Leo Poulsen.