Fitt bókagáva frá Listahúsinum í Århus

Listahúsið í Århus hevur sent eina fitta lítla barnabók sum gávu til tey trý til seks ára gomlu børnini í barnagørðunum.

Cato Thau-Jensen hevur skrivað og gjørt myndirnar. Hann er kendur og virdur í Danmark fyri sítt hegni at skriva og tekna til børn.

Pauli Nielsen hevur umsett tekstin og hjálpt Listahúsinum í Århus við føroysku útgávuni.

Bókin er eisini umsett til grønlendskt og latin grønlendskum børnum í barnagarðsaldri.

Upprunin til bókina er, at Rannvá Holm Mortensen úr Føroyum og Jessie Kleermann í Grønlandi høvdu eina myndaframsýning í Listahúsinum í Århus í summar, og bókin er gjørd við íblástri úr tí framsýningini.

Listahúsið í Århus hevur fingið ymiskan stuðul til at geva bókina út, og Samskip hevur flutt bøkurnar ókeypis til Føroya.

Bókin verður latin barnagørðunum komandi dagarnar.

Bókin eitur Magni er ikki Magna og er um samleika, um at vera eins og at vera ymisk, og um at fiska og siga søgur.

Í Listahúsinum í Århus leggja tey upp til, at bókin verður nýtt til at birta upp undir samrøður millum børn og vaksin og millum børnini sínamillum. Nøkur orð eru skrivað við størri skrift. Tey og eru ætlað sum samrøðuorð, og nakrir spurningar eru eisini í tekstinum.

Bókin verður ikki til sølu, men hon verður til láns á bókasøvnunum.