Fitt av vindi um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI sigur, at í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri, sum seinni snarar í ein útnyrðing, 3 - 8 m/s. Í kvøld veksur vindurin til 5 - 10 m/s av suðri. Skýggjað og sirm. Hitin millum 3 og 8 stig. Í nátt 8 - 13 m/s av suðri, seinni snarar í ein vestan. Skýggjað og regn í nátt og hitin millum 2 og 5 stig. 

 

 

Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 - 10 m/s, sum seinni snarar í ein norðan og veksur til 10 - 15 m/s, út á náttina hvassur vindur av norði, 12 - 18 m/s. Skýggjað og í støðum regn. Hitin millum 3 og 6 stig, og um náttina millum 1 kuldastig og 3 stig. 

 

 

Leygardagin strúkur í vindi upp í skrið 13 - 20 m/s, við hørðum hvirlum, og út á náttina minkar vindurin. Skiftandi skýloft við einstøkum ælum, sum frálíður mest kavi ella vátakavi. Hitin millum 1 og 4 stig, seinni minkar til 2 kuldastig til 3 stig. 

 

 

Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði, 10 - 15 m/s, sum seinni minkar til 5 - 10 m/s, og snarar í ein útnyrðing. Skiftandi skýloft við sólglottum og einstøkum ælum, partvíst sum kavi ella vátakavi, og hitin millum frostmarkið og 3 stig. Um náttina verður skýggjað og turt og millum 3 kuldastig og 3 stig.