Fitt av vindi restina av vikuni

Køld luft streymar niður yvir Føroyar av vestri og útnyrðingi. Út á týsdegnum og mikunáttina kemur eitt brúgvalag av útsynningi framvið oyggjarnar Føroyum við regn og vindi. Síðan streymar aftur køld luft við ælum inn yvir oyggjarnar av vestri, áðrenn eitt lágtrýst síðst í vikuni kemur úr útsynningi.


Í dag:
Mánadagin strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 metrar um sekundið, við hørðum hvirlum, men seinni á degnum minkar hann um vindin. Vátaslettings- ella kavaæl, og hitin millum 1 og 5 stig. Um kvøldið andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið, men minkar út á kvøldi og um náttina verður hann lítið lot, undir 5 metrar um sekundið. Samdrigið, men seinni verður mest turt, og hitin millum 0 og 5 stig, í støðum undir frostmarkið.


Týsdagin:
Lítið lot úr ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið, men seinni av landsynningi og eystri og hann vekstur til strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 metrar um sekundið. Mest turt og fyrst á degnum sól, men seinni verður skíggjað. Hitin millum 2 og 6 stig. Um kvøldið minkar hann um vindin, andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skíggjað við regn úr suðri, og hitin millum 2 og 7 stig.


Mikudagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og vestri, 8 til 13 metrar um sekundið, í støðum hvassur vindur. Tað klárar nakað í og hitin millum 2 og 6 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk úr vestri og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Samdrigið við regn- vátaslettingsælum, hitin millum frostmarkið og 5 stig.


Hósdagin:
Andøvsgul upp í ein strúk úr útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, ið øtlar upp til hvassan vind upp í skrið, fyrst av suðri og seinni útsynningi, 15 til 20 metrar um sekundið. Mest skíggjað, men nakað av regni og ælum. Hitin millum 3 og 7 stig, um náttina millum 1 og 4 stig.


Fríggjadagin:
Strúkur í vindi upp í skrið úr útsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið, ið minkar til gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skíggjað við ælum, og hitin millum 3 og 7 stig. Um kvøldið og náttina lot til andøvsgul úr ymsum ættum, 2 til 7 metrar um sekundið. Skíggjað og eina løtu regn, hitin millum 2 og 6 stig.


Leygardagin:
Vindurin veksur til hvassan vind upp í skrið av útsynningi, 15 til 20 metrar um sekundið, við hørðum hvirlum, seinni snarar hann í vestur. Skíggjað og regn, hitin um 10 stig.