Leygardagin 2. september í ár letur upp Fitnesshøllin Sandoy, sum hjúnini, Randi og Sigurd Hentze í Skopun, eru saman um. Adressan verður Tormansvegur 34, sum er millum handilin Lonina og Føroya Grótvirki í Skopun. Tað er felagið hjá Sigurdi Hentze - Gólvfix - sum eigur bygningin. Á loftinum í bygninginum hevur Team Sandoy, sum er dartfelagið í Sandoynni, síni høli.
Sigurd Hentze sigur, at í fitnesshølunum verða at kalla allar maskinur, sum vanliga verða brúktar til fitness-venjingar, og í løtuni vanta næstan bara rógvimaskinurnar. Í fitness-hølunum verður eisini net og skíggi, og her verður brúsa og wc. Hølini er eisini lagaði til fólk við tarni, soleiðis at fólk í koyristóli hava møguleikan at brúka venjingaramboð og wc.
- Vit fara at hava eina kortskipan, har viðskiftafólk kunnu keypa ymisk sløg av tilboðum fyri ymiskar prísir. Ætlandi verður høvi at venja frá tíðliga á morgni til á midnátt. Tá viðskiftakortið verður lagt aftrat einum "bipara", er hurðin opin, og ljósini tendra.
Sigurd Hentze sigur, at tey hava arbeitt í einar 2-3 mánaðir við at seta hølini í stand, og nú tíðin nærkast, til dyrnar verða latnar upp, eru bæði hann og konan spent. Tey halda, at grundarlag er fyri einum slíkum venjingarstaði í Sandoynni, tí her er einki slíkt stað frammanundan.
- Vit fara regluliga at vísa fólki, hvussu ymisku maskinurnar verða brúktar. Annars verða venjingarmaskinurnar til nýtslu hjá teimum, sum keypa sær kort. Í hølunum verður eisini vatnkølari. Tey, sum hava hug at kunna seg nærri um gongdina hjá Fitnesshøllini Sandoy kunnu hyggja inn á Facebook-síðuna við sama navni, sigur Sigurd Hentze.